|
Fimleikaárið hjá pinkum og smágentum endaði við sera tættari kapping
Høllin á Hálsi var karmur um kappingarnar leygardagin, ommur, abbar, foreldur og systkin høvdu leita sær niðan í høllina. FFS 12.04.2010 Katrin Abrahamsen, fyriskipari Tað var ein ótrúgliga tøtt og spennandi kapping, og tær fittu pinkur og smágentur vóru so spentar og avkláraðar til hesa kapping. Tað var ein sonn frøðið at síggja hvussu livandi tær skiftu frá røðslu til røðslu. Takk fyri fimleikarar, og venjarar:o) Tær vóru keddar at fimleikurin longu steðgaði hjá teimum, sjálvt um fleiri lið vandu 4 ferðir um vikuna, tær elska fimleikin. Vinnararnir av B-kappingini ognaðu sær lut í FM kappingini. Tað gekk sera gott og skjótt hjá dómarunum at døma. Tekniski dómarar: Beinta Danielsen, Elin Guttesen og Poula M. Kass, Listarligt: Heidi Davidsen, Jeanette Blaasvær og Maj Johannesen Framførsla: Elin Michelsen, Eva M. Holm og Anna Rein. Stóra tøkk til tær. Til slíka kapping er sera stór fyrireiking, í dag vóru hjálparfólkini frá Ljósinum, og tað koyrdi bara. Stóra tøkk skulu tær eisini hava. Var spenningurin stórur til kappingarnar í dag, so er spenningurin ikki minni til komandi kapping sum verður 8. mai í høllini á Hálsi, ímillum gentur, unglingar og kvinnur. Úrslitini kunnu heintast her |
|
Kunning um B-kappingina og FM fyri pinkur og smágentur í Høllini á Hálsi !
Ja so nærkast til omanfyri nevndu kappingar.
Til B-kappingina sum byrjar kl. 13.00 hava 8 lið melda til í hesum bólkum: pinkur frá Havnar Fimleikafelag og Støkk, smágentur frá Havnar Fimleikafelag, Støkk, Flog og Klaksvíkar Fimleikafelag og kvinnuunglingar frá Havnar Fimleikafelag og Flog. Vinnarin frá hvørjum bólki sær í B-kappingini ognar sær luttøku til FM kappingini í sama bólki. FM byrjar kl. 16.00 har hava 6 lið melda til í pinkum og smágentum frá, Ljósinum, Havnar Fimleikafelag og Støkk, og vinnararnar hjá pinkum og smágentur í B-kappingini. Kappingarnar enda við heiðursmerkjahandan til 1-2-3 og steyp til ognar. Kostnaðurin til kappingarnar eru tær somu kr. 500,00 fyri hvørt lið, at flyta á konto nr. 6460 1569254 viðm. (hvørja kapping) Minnist aftur hesuferð at hava heit klæðir, matpakka og okkurt at drekka. Og ikki minst kappingarandan. Øll liðini sum kappast henda leygardag, venja fyrrapartin. Venjingartíðirnar: hvørt lið fær 10 min. hvør Tað verður lutakast eftir venjingina hvussu raðfylgjan til báðar kappingarnar fara fram. Kappingarnar endar við heiðursmerkjahandan til 1-2-3 og steyp til ognar. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at skriva til skat@kallnet.fo ella ka@foroya.fo, ella ringja til 22 56 56 FFS 08.04.2010 |
|
Tilmelding til B-kappingin og FM fyri pinkur og smágentur í estetiskum fimleiki !
Seinasta freist at melda til B-kapping og FM fyri pinkur og smágentur er 29. mars 2010.
Vinnararnar av B-kappingini vinna eisini luttøku í FM kappingunum, fyri pinkur og smágentur seinri sama dag. Kappingarnar verða í Ítróttarhøllini á Hálsi tann 10. apríl 2010. Tilmeldingarnar skulu sendast til: skat@kallnet.fo Tilmeldingarskjal : Tilmelding Est ( FM 2010 ) FFS 22.03.2010 Katrin Abrahamsen, fyriskipari |
|
|
|
|
frá 2. steypakapping í estetiskum fimleiki 2010 07.03.2010
Støkk reyk avstað við gullinum hjá smágentunum, og HF bleiv steypavinnari í øllum trimum bólkunum. Spenningurin var sera stóru til hesa kapping í dag ímillum smágentur, unglingar og kvinnur, tí fleri lið høvdu førka seg rímuliga nógv í mun til seinasta ár, og munurin var so lítil, ja marginalar ímillum fleiri lið, OG tað var eisini sjónin í dag sum vit nógvu áskoðarar fingu. Fantastiskar framførðslur, kappingin var hørð, og nógv er lagt í síðani seinastu kapping, Tað gekk skjótt og væl at døma, hjá teimum 11 dómarunum. Hjá smágentunum var tað Støkk sum reyk av stað við gullinum, við harðari kapping frá Hfa, sum vann gulli við fyrru kapping. Tó vóru tað smágenturnar hjá Hfa sum blivu steypavinnarar við harðari kapping frá Støkk. Bæði hjá unglingunum og kvinnunum vann HF aftur gulli. So nú er spennandi at síggja hvussu leikur fer fram hjá hesum somu til føroyameistara kappingina. |
|
Estetiskur fimleikur í Ítróttarhøllini á Kambsdali komandi vikuskifti
Nú nærkast aðru steypakapping, og ikki kann sigast annað enn at spenningurin er í hásæti, tí fleiri bólkar eru sera tættir. Íalt 23 lið fara at kappast, frá Flog, Støkk, Klaksvíkar Fimleikafelag, Ljósinum og Havnar fimleikafelag. Kappingin byrjar leygardagin kl. 14.00 við smágentum, kvinnum og unglingum. Íalt 14 lið. Sunnudagin byrjar kappingin kl. 15.00 við pinkum og gentum. Íalt 9 lið. Venjingartíðirnar kunnu heintast her |
|
Tilmelding til seinnu steypakappingina í estetiskum fimleiki !
Seinasta freist at melda til 2. steypakappingina í estetiskum fimleiki er 26. februar 2010. Hetta er bert galdandi fyri tey, sum, ikki við fyrru kapping tilmeldaði til fleiri, ella allar, sí tilmeldingar skjal......
Tilmeldingarnar skulu sendast til: skat@kallnet.fo Tilmeldingarskjal : Tilmelding Est 2 (26 kb) FFS 21.02.2010 Katrin Abrahamsen, fyriskipari |
|
Til seinru kappingina var eisini fitt av áskoðarum komnir inn til Runavíkar at hyggja eftir pinkunum og gentunum. Har vóru aftur marginalar ímillum báðar bólkar. Kappingin endaði eins og ígjár við at Havnar Fimleikafelag vann báðar bólkar.
ùrslit: Pinkur. HF a. 12,97 Støkk a 12,63 Støkk b. 10,80 HF b 10,13 Gentur: HF a 14,03 Ljósið 13,70 Støkk 13,40 HF b 10,93 I vikunu fáa øll liðini viðmæli frá dómarunum, sum vísa á hvat var gott, minni gott og ikki gott. So vita tey hvat í arbeiða skal meiri við til komandi kapping fyrsta vikuskiftið í mars. FFS 03.02.2010 |
|
|
Sjálv um tað var kavarok og nógvur vindur var høllin í Runavík í stúgvandi full við sera spentum áskoðarum til fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í dag
Kappingin gekk sum eftir ánni, væl gekk at døma hjá teimum 3 ferðir trimum dómarunum. Allir bólkar hvør sær høvdu eina sera góða framførðslu. Kappingin var sera jøvn, tó serliga kappingin hjá kvinnum, tað var sum í stillaspæli tá úrslitið bleiv kunngjørt. Tað stendur nógv á, tá ið so javnt er. At enda var tað HF sum for avstað við gullinum fyri teir 3 bólkarnar. ùrslit: Smágentur: HF a 14,93 Støkk a 14,53 HF b 12,23 Ljósið 12,13 Støkk b 11,27 Flog 10,03 Unglingar: HF a 14,16 Støkk 13,36 Flog 11,70 HF b 11,66 Kvinnur: HF 14,50 Støkk 14,34 Ljósið 14,27 FFS 30.01.2010
Katrin Abrahamsen, fyriskipari |
|
Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki 2010!
Kappingin verður í høllini í Runavík leygardagin 30. januar kl. 14.00 og sunnudagin 31. januar kl. 15.00. Smágentur, unglingar og kvinnur kappast leygardagin og pinkur og gentur kappast sunnudagin.
kostn. kr. 100,00 fyri vaksin og kr. 20,00 fyri børn Heinta venjingartíðirnar her FFS 18.01.2010
Katrin Abrahamsen, fyriskipari |
|
Tilmelding til 1. Steypakappingina í estetiskum fimleiki !
Seinasta freist at melda til 1. steypakappingina í estetiskum fimleiki er 15. januar 2010.
Tilmeldingarnar skulu sendast til: skat@kallnet.fo Tilmeldingarskjal : Tilmelding (26 kb) FFS 06.01.2010 Katrin Abrahamsen, fyriskipari |
|
Venjingarlegan á Eiði
Ítróttarhøllin á Eiði var karmur um eina sera áhugaverda venjingarlegu 6. - 8. november 2009, tá Føroya Fimleikasamband skipaði fyri einari legu fyri 210 fimleikarum og venjarum í estetiskum fimleiki.
Feløgini sum luttóku vóru: Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Støkk, Flog og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Vitjan úr Russland
Høvuðsvenjarin hjá Roxett, Olga Ponikarova,og Svetlana Shishkina, ið er balletdansari og fyrrverandi fimleikari í Roxett, komu ta longu leið úr Russlandi til Føroyar fyri at geva okkara fimleikarum eitt innlit í tí russisku grundvenjingini innan estetiskan fimleik.
Svetlana undirvísir í ballet hjá Roxett, og hon undirvísti okkara fimleikarum í klassiskari ballet, yoga og seriusamanseting.
Olga Ponikarova stóð fyri tí fysisku grundvenjingini, millum annað upphiting, smidleikavenjing, fótarbeiði og styrki. Eisini fingu fimleikararnir góða undirvísing í grundvenjing í balansum, piruettum og lopum.
Við sær hevdi Olga eisini dóttrina Anastasia Ponikarova, sum er eitt supertalent. Anastasia vísti øll øvilsini, og hjálpti til við undirvísingini.
Fimleikararnir vóru hugtiknir av 12 ára gomlu Anastasiu, hon var ótrúliga smidlig og væl fyri í øllum krøvum, so sum kropsbylgjum, lop og balansum. Allir okkara íðkarar góvu seg 100 % fyri at royna at eftirlíkna hennara rørslum. Venjarar og ábyrgdarar høvdu úr at gera við at taka myndir og fáa alt upp á band. Serliga styrkin og smidleika venjingarnar hjá Olgu vóru sera vælumtóktar, tí nógv ymisk øvilsir vóru samansett til eina seriu, har genturnar vandu styrki og smidleika samstundis. Alt var so gott lagt til rættis hjá teimum, tað var hugsað um hvørja detalju, sjálvt eitt sindur av konditión var lagt í smidleika venjingarnar.
Til hvørja legu hitaðu fimleikararnir upp saman og høvdu felagsvenjing, umframt at tær vóru býttar upp í tríggjar bólkar, so mest gjørligt kundi fáast burturúr.
Tað var áhugavert at síggja íðkarar frá øllum feløgunum venja saman, tá tær til dagligt venja fram til tvær steypakappingar og FM, sum hvørt felag strembar eftir at vinna. Tað var sjónligt, at Føroyar høvdu fingið eitt ótrúliga gott landslið, um tær bestu frá hvørjum felag vóru á sama liði. Vit kunnu gott vera stolt av okkara kappingarliðum í øllum aldursbólkum, tær arbeiða hart fyri at taka seg fram og eru sera dugnaligar.
Legan byrjaði fríggjakvøldið fyri smágentum í aldrinum 10-12 ár og gentum 12-14 ár. Leygardagin var undirvísing fyri unglingum og kvinnum, og hvør bólkur, ið vandi í tveir dagar, yvirnáttaði eina nátt. Tá tað var gjørt upp, høvdu Olga og Svetlana undirvíst í alt 24 tímar.
Til allar hesar venjingar var eisini góður matur til fimleikararnar, sum sjálv samskiparin í FFS saman við góðari kokkakonu syrgdu fyri. Hetta kom væl við aftan á harða venjing.
Hvør lega endaði við einari seriu, har Olga gav hvørjum liði ymisk krøv, sum liðini skuldu seta saman til eina seriu, t.d. skuldi eitt lið seta eina bylgju, eitt sving og eina balansu seriu saman. Hetta skuldi so framførast til eitt ókent tónleikabrot, sum Olga hevði valt frammanundan. Tað var eitt satt upplivilsi at síggja, hvussu liðini brúktu tað tær høvdu lært frá leguni, og at síggja hvussu ymiskan framførslu stíl hvørt felag hevði. At feløgini hava so ymiskan stíl, gevur altíð spenning og undirhald til kappingarnar, sum FFS gleðir seg til at fyriskipa komandi ár.
Føroya Fimleikasamband nýtir felagsskapin IFAGG, at kunna seg um skeiðleiðarar. IFAGG er vitandi um okkara tørv, so vit kunnu fáa teir best passandi skeiðleiðarar hendan vegin. Tað er av sera stórum týdningi, at skeiðið er lagt til rættis soleiðis, at tað samsvarar við støði, sum okkara fimleikarar eru á, so allir fimleikararnir fáa notið gott av skeiðinum.
Skeiðleiðararnir vóru sera ovfarnir at úrslitinum. Vit hava nógvar sera góðar fimleikarar, og um okkara venjarar nýta sama leist, tá teir venja, so síggja vit enn betur úrslit um nøkur fá ár.
Hetta er ikki seinastu ferð Fimleikasambandið fær vitjan av hesum skeiðleiðarum, tær eru sera áhugaðar í at koma aftur næsta ár. Karmarnir á Eiði vóru heilt fantastiskir, ein sera væl viðfarin, ljós og stór høll, sum hevði allar hentleikar. Fimleikasambandið hevur nú eftir hesa venjing gjørt avtalu við Hotel Eiði, sum eisini kann gera sítt til, at legurnar kunnu gerast enn betri, um gist verður har.
Citat:
"Eg haldi at legan var spennandi, eg lærdi nógv, men legan var eitt sindur strævin, vit gjørdu nógvan smidleika og styrki. Og so til kokkarnar, maturin smakkaði rættiliga væl. :)" Eydna Maria Debes, Gentur A, Havnar Fimleikafelag
”Genturnar hildu, at tað var ótrúliga strævið, men dámdu tað ótrúliga væl. Eg sum venjari og íðkari helt, at tað var heilt fantastiskt! Tað skuldi verði gjørt minst einaferd um mánaðin, man fær so nógv burturúr, tá man sær, hvat man hevur at stremba eftir… og tað var super, at øll feløgini vóru saman, tað gevur gott samanhald ímillum okkum allar.” Katrin Frederiksberg, kvinna og venjari hjá Gentum A, Støkk
“ Legan var fín og deiliga gevandi, og vónandi verður ein slík lega aftur. Bæði fyri at fáa feløgini meira saman og at fáa nýggjan íblástur. Tað er gott at síggja, at feløgini kunnu vera saman um nakrar venjingar…” Ása Beder, venjari, Flog
”Mær dámdi væl leguna á Eiði. Hon var væl fyriskipað, her hugsi eg um umstøðurnar at venja í, matin, soving o.s.v . - At fáa professionel uttaní frá at læra okkum, haldi eg er gott fyri okkum øll, sera mennandi, bæði fyri fimleikarar og venjarar….
Mær dámdi best, at tær høvdu Anastasiu við, sum er nøkunlunda javngomul við genturnar. Hetta hevði við sær, at genturnar sóu, at man virkuliga kann, hóast man er ungur, og at tær hava nógv at venja upp ímóti…Kanska legan bleiv í so drúgv fyri genturnar. Tað vóru fáar fríløtur, har genturnar kundu hugna sær og "ikki hugsa um fimleik"… tað var eitt sindur strævið fyri tær!” Jónvá Joensen, venjari hjá smágentum, Klaksvíkar Fimleikafelag
”Tað er altíð spennandi at síggja, hvussu venjarar uttanlands arbeiða fyri at fáa genturnar á so høgt støði sum møguligt, og tað er uppaftur meira spennandi, tá venjararnir so koma frá Roxett og hava ótrúliga nógva erfaring! Tað er stuttligt at fáa uppfrískað vitan/rørslur/venjingarhættir o.s.fr. fyri síðani at arbeiða víðari við tí í tí dagliga. Tað hevur heilt sikkurt verið stuttligt og nýtt fyri íðkararnar at vera á venjingarlegu saman við hinum feløgunum, og hetta eru vit glað fyri. Tað er altíð gott at fáa nýggjar upplivingar og nýtt input frá Fimleikasambandinum :)” Hildigunn Anfinnsdóttir Norðfoss, venjari hjá kvinnum, Ljósið
FFS 08.11.2009 |
|
Aldursmørk fyri kappingarárið 2010 !
Kvinnur 16 ár og eldri skulu vera føddar í 1994 ella áðrenn. Tvær kunna vera eitt ár yngri, t.v.s 15 ár føddar í 1995. 6-12 íalt
Unglingar 14-15-16 ár skulu vera føddar í 1996, 1995 og 1994. Tvær kunna vera eitt ár yngri, t.v.s. 13 ár føddar í 1997 ella ein kann verða 1 ár yngri tvs. 13 ár fødd í 1997, og ein kann vera 1 ár eldri tvs. 17 ár fødd í 1993, 6-12 íalt.
Gentur 12-13-14 ár skulu vera føddar í 1998, 1997 og 1996. Tvær kunnu vera eitt ár yngri, 11 ár føddar í 1999; ella ein kann vera 1 ár yngri tvs. 11 ár fødd í 1999 og ein kann vera 1 ár eldri tvs. 15 ár fødd í 1995 .6-14 íalt
Smágentur 10-11-12 ár skulu vera føddar í 2000,1999 og 1998. Tvær kunnu vera eitt ár yngri 9 ár, føddar í 2001; ella ein kann vera eitt ár yngri tvs. 9 ár fødd í 2001 og ein kann verða eitt ár eldri tvs. 13 ár fødd 1997. 6-14 íalt
Pinkur 8-9-10 ár skulu vera føddar í 2002, 2001 og 2000. Tvær kunnu vera eitt ár yngri, tvs 7 ár føddar í 2003. 6-14 íalt.
FFS 2. desember 2009 (er eisini sent feløgunum fyrr í ár)
|
|
Venjingarlegan í estetiskum fimleiki í høllini á Eiði 6.-8. november !
Tað verður lívligt men óivað sera seriøs venjing vikuskiftið 6-8 november, tá FFS skipar fyri venjingarlegu í Ítróttarhøllini á Eiði har 210 íðkarar og venjarar luttaka. Hetta er á fyrsta sinni at FFS skipar fyri einari slíkari venjingarlegu, og tað eru nógvir prikkar sum skulu fáast uppá pláss.
Skeiðleiðarar eru frá Russlandi:
Olga Ponikarova, høvuðsvenjari hjá Roxett, dóttir hennara Anastasia Ponikarova 12 ár, supertalent og Svetlana Shishkina balletdansari og fyrrverandi fimleikari í Roxett. Hon undirvísir í ballet hjá Roxett.
Skeiðið inniheldur: klassiska ballet, fysiska grundvenjing, strekking, smidleikavenjing, fótarbeiði, grundvenjing í balancum, piruettum og lopum, upphitingarmetodur og hvussu tú arbeiðir við serium.
Umfatandi skeiðið er ein stórur eftirspurningur frá feløgunum, tilmeldingin er úti, sum nú FFS roynir at fáa út í kortið.
Fríggjadagin frá kl. 19.00 til Leygardagin 16.30 verður legan fyri smág-/ gentur við venjarum
Feløgini sum hava melda til eru hesi: Flog, Klaksvíkar fimleikafelag, Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Leygardagin frá kl. 17.00 til sunnudagin kl. 17.00 verður legan fyri unglingar og kvinnur við venjarum
Feløgini sum hava melda til eru hesi:Flog, Støkk Ljósið og Havnar fimleikafelag
Vit eru sera spentar, hetta er á fyrsta sinni vit royna hetta, og vóna vit, at vit øll sum luttakað gera sítt til at hetta fer at eydnast :o)
Vegna fyrireikararnar Katrin Abrahamsen og Beinta Danielsen.
|
|
Rómur í ítróttarhøllinin á Hálsi sunnukvøldið !
Havnar Fimleikafelag streyk avstað við øllum føroyameistaraskapinum í hvørjum bólki sær.
Tað var eitt satt upplivilsi at vera áskoðara hetta vikuskiftið í høllini á Hálsi, har Føroya Fimleikasamband skipaði fyri eini B-kapping og føroyameistarakapping í estetiskum fimleiki við sera flottum karmum, har ljóslampur settu fimleikararnar í fokus. Og at síggja tað flotta
estetiska úrslitið. Tað hevur verið vant sera miðvíst og hart til kappingarnar, tí sjálvandi øll vilja vinna. Liðini høvdu øll fingið eftirmeting frá dómarunum frá seinastu kapping og vistu tí hvat meiri skuldi gerast við til føroyameistarakappingina.
Spenningurin var sera stórur, tí liðini vórðu nokk so jøvn. Havnar Fimleikafelag hevði ognað sær bestu úrslit í hvørjum bólki sær til seinru steypakappingina. Henda kapping var í harðari kapping við Støkk.
Nógv fólk, foreldur, systkin, ommur, abbar, mostrar, fastrar og onnur fimleikaáhugað høvdu leitað sær í Ítróttarhøllina á Hálsi, sjálvt um so nógvur annar aktivitetur var í Havn leygardagin.
Byrjað var við eini B-kapping har 8 lið luttóku frá Flog, Støkk, Havnar Fimleikafelag og Klaksvíkar fimleikafelag, við pinkum, smágentum og gentum. Kappingin gekk sera væl, og endaði við heiðursmerkjahandan gull, silvur og bronsa.
Síðani var ein stuttur steðgur, til føroyameistarakappingin byrjaði fyri unglingar hjá Havnar Fimleikafelag, Støkk og Ljósinum, og so var kapping fyri kvinnur hjá Havnar Fimleikafelag og Ljósinum. Havnar Fimleikafelag vann báðar kappingarnar og rómurin helt áfram sunnudagin, tá ið pinkur, smágentur og gentur frá somu feløgum kappaðust um føroyameistaraskapið. Til hesar kappingar fingu teir nógvu áskoðararnir estetiskan fimleik fyri allar pengarnar,tí flest lið frá degnum fyri luttóku sum framsýningarlið.
Kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikafelag vann somuleiðis luttøku í eini altjóða kapping.
Kappingin endaði við einum stórum sigrið til Havnar Fimleikafelag, sum vann allar bólkarnar.
Úrslitini vóru hesi: Úrslit frá kappingunum samantalt (62 kb) Úrslit frá dómarunum FM mai 2009 (74 kb) Myndirnar á vinstru síðu liggja eisini undir "Myndir" FFS 7. mai 2009 |
|
FM og B-kapping í estetiskum fimleiki !
Nú nærkast endin av kappingunum í estiskum fimleiki, ið Føroya Fimleikasamband skipar fyri. Ikki kann sigast annað enn, at spennandi verður, hvussu leikur fer fram til hesar kappingar!
Aftur í ár fara vit at lata høllina verða sjón fyri eygað, ljóslampurnar verða til allar kappingarnar, so at fimleikurin verður í hæddini hesar dagarnar.
Dómararnar sum hava boðað frá luttøku verða 12, so hvør bólkur hevur 4 dómarar. Hetta vóna vit so inniliga fer at lata seg gera, tó eru vit ikki harrar yvir um okkurt óvantandi kemur fyri.
Til B-kappingina sum verður leygardagin 2. mai kl. 13.30, eru hesi lið tilmeldaði:
Pinkur: Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Flog og Støkk
Smágentur: Havnar Fimleikafelag, Flog
Gentur: Havnar Fimleikafelag, Støkk og Flog.
Til FM kappingina, sum byrjar 2. mai kl. 17.00, hava hesi lið meldað til:
Kvinnuunglingar: Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Kvinnur: Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Flog
Sunnudagin 3. mai kl. 16.00 kappast.
Pinkur: Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk
Smágentur: Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk
Gentur: Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk
Heinta skjal viðvíkjandi kunning til feløgini um tilmelding, luttøkugjald, venjingartíðir v.m.: FM-og B-kappingin. 2-3 mai.2009 (32 kb) FFS 21. apríl 2009 |
|
Tilmelding til B og FM kappingina í estetiskum fimleiki !
Seinasta freist at melda til B kappingina og FM í estetiskum fimleiki er 15. apríl 2009.
Tilmeldingarnar skulu sendast til: skat@kallnet.fo FFS 07.04.2009 Katrin Abrahamsen, fyriskipari |
|
B-kappingin og FM kappingin í estetiskum fimleiki !
Leygardagin hin 2. mai 2009 verður B-kappingin.
Kappingin endar við heiðursmerkja- og steypahandan. Síðani verður FM kappingin hjá: Unglingum og Kvinnum. Sunnudagin hin 3. mai 2009 verður FM kappingin hjá: Pinkum, smágentum og gentum. Heiðursmerkir verða givin 1-2. og 3 í hvørjum bólki sær, og vinnararnar fáa steyp til ognar. Boða verður frá aftur viðv., tilmeldingarfreistini, tilmeldingarkostn., hvat tíð kappingarnar byrja,og hvat atgongumerkini kostað. Katrin Abrahamsen, samskipari. tlf. 22 56 56, teldupostur: skat@kallnet.fo FFS 25.03.2009 |
|
Úrslit frá seinnu steypakapping í estetiskum fimleiki !
Havnar Fimleikafelag gjørdi bart og fór við øllum gullinum. Spenningurin var sjálvandi stórur. Høvdu liðini broytt nakað síðan seinast, kundu tey halda plássini frá fyrru kapping, ella hvussu??
Kappingarnar gingu væl, og áðskoðararnir fingu góðan valuta fyri pengarnar.
Øll liðini fingu evaluering frá hvørjum dómarabólki eftir fyrru kapping, so tey vistu, hvat tey skuldu arbeiða meiri við til seinnu kapping.
Hjá teimum yngru liðunum, vóru heili 7 lið hjá pinkum, har Klaksvíkar fimleikafelag
við 3 venjarum frá Støkk vóru við á fyrsta sinni og ikki kann sigast annað enn, at tey
eru komin væl við í truppinum.
Eisini á gentuliðunum vóru fleiri lið heili 6 lið. Kappingin er hørð ímillum Havnar Fimleikafelag og Støkk í hesum bólki. Har Støkk var betri við fyrru kapping.
Tó heldur FFS ikki, at liðini hava førkað seg so nógv. Men vónin er har enn, vit fáa at síggja, hvat nú hendur til Føroyameistarakappingina, sum verður fyrst í mai.
B-kappingin verður 2. mai, har melda feløgini til sum hava b lið.
Vit vilja her takka Støkk saman við foreldrum fyri ta góðu hjálp til kappingina.
|
|
Onnur steypakapping í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík 7. og 8. mars 2009 !
Ja so nærkast til aðru steypakapping, hesuferð hava 24 lið melda til, tað er sera flott!!!
Feløgini sum luttakað eru: Støkk, Flog, Klaksvíkar Fimleikafelag, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Øll liðini kappast á sama støði.
Luttøkugjald fyri hvørt liðið er KR. 250,00 og skal flytast seinast: 6. mars 2009.
Á konto nr. 6460 156.925.4 viðm. Onnur steypakapping fyri lið (tal )
Tað liðið sum ikki hevur goldið, sleppur ikki at luttaka í kappingini.
Minnist til at hava við: tann góða kappingarandan, heit klæðir, matpakka og okkurt at drekka.
Kappingin byrjar báðar dagarnar kl. 14.00
Leygardagin fyri: pinkum og smágentum, 12 lið.
Sunnudagin fyri gentum, unglingum og kvinnum 12 lið.
Venjingartíðir 7. og 8. mars 2009 (24 kb) FFS 4. mars 2009 Katrin Abrahamsen, fyriskipari Tlf. 22 56 56 |
|
Fimleikagólvið - estetiskt !
Við árslok samdist nevndin um,
at fimleikateppið, ið verður brúkt til estetiskan fimleik, tíanverri ikki verður útlænt aftur til feløgini.
FFS 4. mars 2009 |
|
Tilmelding til seinnu steypakappingina í estetiskum fimleiki !
Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki verður 7. og 8. mars í Ítróttarhøllini í Runavik.
Seinasta freist at melda til er 26. februar 2009. Tilmeldingin fer fram við at senda niðanfyri nevnda tilmeldingarskjal til teldupostadressu: skat@kallnet.fo
Minnist til at kannað navn og føðingardag gjølla; áðrenn hann verður sendur, so ongar villur eru í.
FFS 17.02.2009 Katrin Abrahamsen, fyriskipari Tlf. 22 56 56 |
|
Úrslit !
Frá eini væl eydnaðari steypakapping í estetiskum fimleiki, sum var í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Høllin var stúgvandi full av áskoðarum. Tann fyrra kappingin var eitt sindur drúgv, men áskoðararnir sóu ikki út til at keða seg. Tað var sjón fyri eygað at síggja allar hesar dugnaligu og vøkru fimleikarar.
Seinna kappingin gekk sum eftir ánni. Til hesa kapping vóru ikki eins nógvir áskoðarar. Tað merktist, at flestu pinkur og smágentur saman við avvarðandi vóru farin til hús. Tað er ótrúligt hvat liðini hava fingið burturúr síðan fimleika árið byrjaði.
Fimleikasambandið vónaði at øll kappingin var liðug kl. 19.00 og so var.
Vit vilja takka øllum, sum tóku lut og hjálptu til hesa fyrstu kapping.
Úrslit: Úrslit frá 25.01.2009 - estetiskt (69 kb) Úrslit frá hvørjum dómara sær: Úrslit frá dómarunum 25.01.2009 (32 kb) FFS 27. januar 2009 |
|
Nú nærkast til fyrru steypakappingin í estetiskum fimleiki !
Íalt 23 lið hava melda til og frøðast vit í sambandinum um tað.
Feløgini sum luttaka eru: Flog, Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Øll liðini kappast á sama støði.
Pinkur og smágentur kappast fyrst, síðanni verða heiðursmerki handaði teimum bólkunum og síðani kappast gentur, unglingar og kvinnur. Til feløgini: Viðheft venjingartíðir hjá liðunum og rindan av luttøkugjaldi: Venjingartíðir og rindan av luttøkugjaldi (29 kb) FFS 19. januar 2009 Katrin Abrahamsen, fyriskipari
Tlf. 22 56 56
|
| Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki ! Kappingin verður 25. januar 2009 í ítróttarhøllini á Kambsdali. Seinasta freist at melda til kappingina er 12. januar 2009. Tilmelding fer fram við at senda niðanfyristandandi tilmeldingarskjal á teldupostadressuna: skat@kallnet.fo Word-tilmeldingarskjal: Tilmelding fyrra St kapping í estetiskum 25. jan. 2009 (24 kb) Kunning, aldursmørk kappingarárið 2009 Aldursmørk og stødd á bólki 2009 - estetiskt (22 kb) FFS 5. januar 2009. |
![]() |
HF-genturnar eru føroyameistarar! Ítróttahøllin á Hálsi í Havn var í dag 2. mars 2007 fullsett av spentum áskoðarum, sum fingu eina serstakliga góða fimleikauppliving. Les meira |
![]() |
Steypakappingin verður leygardagin 24. februar Kappingin verður á Stórheyggi og byrjar kl. 15.00. Les meira |
![]() |
Havnar Fimleikafelag gjørdi tað aftur Størsta og elsta fimleikafekagið í landinum kann nú frøast um at hava vunnið øll steypini, sum vóru at vinna i vikuskiftinum. Les meira |
























