Í sambandi við Oyggjaleikir hevur FFS sett landsliðsvenjarar. Landsliðsvenjari hjá monnunum verður Eyvind A. Hansen.
Fyrsta venjingin verður komandi vikuskifti í høllini í Álakeri. Til hesa fyrstu venjingina kunnu feløgini senda fimleikarar, ið feløgini meta eru egnað til ein ”brutto”hóp.
Venjingartíðirnar verða hesar:
Leygardagin 28. februar, kl. 12.00 til 14.30 og kl. 18.00 til 20.00
Sunnudagin 1. mars, kl. 14.00 til 17.00
Eftir seinastu venjingina verður fundur við fimleikararnar. Møguliga verður onkur annar fundur, men so frætta tit um tað seinni.
Tit frætta í komandi viku um landsliðið hjá kvinnunum.