|
Tilmelding til FM hjá pinkum, gentum, piltum, og dreingjum í amboðsfimleiki
FM hjá pinku, gentum, piltum, og dreingjum verður í høllini í Runavík tann 17. og 18. apríl 2010. Freistin til tilmeldingina verður longu leygardagin tann 10. apríl. Tit mugu umbera okkum at hetta kemur út so seint. Men hetta er orsaka av, at ætlanina var at flyta kappingina. Men undirtøka var ikki fyri hesum. Hjálagt er kunning um kappingina og tilmeldingarseðilin. |
|
Úrslit |
frá seinnu steypakappingini í amboðsfimleiki 2010 !
Úrslitini frá seinnu steypakappingini í amboðsfimleiki, ið var í høllini á Stórheyggi í Havn í dag, kunnu heintast her
FFS 27.02.2010
|
|
Úrslit |
frá fyrstu steypakappingini í amboðsfimleiki 2010 !
Úrslitini frá fyrstu steypakappingini í amboðsfimleiki, ið var í høllini í Runavík í vikuskiftinum kunnu heintast her
FFS 22.02.2010
|
|
§ |
Reglugerðir fyri amboðsfimleik !
Reglugerðir fyri amboðsfimleik kunnu heintast her: http://www.dgf.dk/konkurrence/default.asp?Num=166&Menu=115 FFS 13.02.2010
|
|
BROYTING-Steypakapping fyri kvinnu-/mansunglingar og kvinnur/menn í amboðsfimleiki 2010 !
FFS hevur avgjørt at leggja steypakappingina í amboðsfimleiki fyri kvinnuunglingar, mansunglingar, kvinnur og menn yvir 2 dagar ístaðin fyri at hava alt uppá ein dag. Hetta merkir, at 1. steypakappingin verður í høllini í Runavík tann 20. februar kl. 14:00 og 2. steypakappingin verður í høllini á Stórheyggi í Tórshavn tann 27. februar kl. 14:00.
Til 1. Steypakappingina kappast kvinnuunglingar og kvinnur í amboðunum: Gólv, Lop og Forskotin Barra. Mansunglingar og menn kappast í amboðunum: Gólv, Lop og Ringar
Til 2. Steypakappingina kappast kvinnuunglingar og kvinnur í amboðinum: Biti. Mansunglingar og menn kappast í amboðunum: Beinsveiggi og Paralell Barr.
Sí nýggj kunning til feløgini og tilmeldingarskjal:
FFS 23.01.2010
|
|
Dómaraskeið í amboðsfimleiki hjá monnum
Sunnudagin 24. januar kl. 14.00, verður skipað fyri dómaraskeiði í amboðsfimleiki hjá monnum. Skeiðið verður hildið í ÍSF og verður skeiðshaldari Pól Esper H. Hansen. Talan er um eitt grundskeið, ið er ætlað teimum, sum hava lítlar og ongar royndir við at døma og venjarum (hjá úrvalds íðkarum) og vaksnum úrvaldsíðkarum. Alt neyðugt tilfar verður útflýggjað á skeiðnum, men vísir leinkjan niðanfyri reglugerðirnar innan døming av amboðsfimleiki, um onkur hevur hug at hyggja at teimum áðrenn. Um onkur hava áhuga í at vera við til hetta skeiðið, ið ikki longu er tilmeldað/ur, kunnu hesi seta seg í samband við Maluna Mikkelsen á teldupostadressuni: malan_mik@hotmail.com. Skeiðið endar væntandi uml. kl. 18.00
Leinkja til reglugerðir fyri amboðsfimleik: http://www.dgf.dk/konkurrence/default.asp?Num=166&Menu=115
FFS 21.01.2010
Malan Mikkelsen, fyriskipari
|
|
Steypakapping fyri kvinnu-/mansunglingar og kvinnur/menn í amboðsfimleiki 2010 !
Steypakappingin í amboðsfimleiki verður í ár hildin 20. februar, kl. 14:00, í høllini í Runavík.
Kappast verður í amboðunum: Gólv, Lop, Biti, Forskotin Barra, Paralell Barra, Ringar og Beinsveiggj.
Kunning til feløgini viðvíkjandi kapping: Steypakapping amboðsfimleiki 2010 (37 kb) Tilmeldingarskjal: tilmelding steypakapping 2010 (40 kb) FFS 11.01.2010
|
|
Úrslit |
frá Liðkappingini !
Hjálagt eru úrslitini frá FM fyri lið í amboðsfimleiki. sum var í Hoyvíkshøllini síðsta vikuskifti.
2009 FM lið úrslit (42 kb) FFS 6.11.2009
|
|
FM 2009 |
Úrslit FM 2009 og amboðsfinalurnar Føroyameistarakapping í amboðsfimleiki hjá teimum eldru bólkunum hevur verið hetta vikuskiftið í Ítróttarhøllini í Runavík.
Leygardagin varð kappast um føroyameistaraheitið. Í føroyameistarakappingini verður kappast í fleiri amboðum. Kvinnur og kvinnuunglingar kappast í lopi, bita, gólvi og forskotnari barru, ímeðan menninir kappast í ringum, lopi, gólvi og paralellari barru. Føroyameistari er tann, sum samanlagt fær flest stig.
Føroyameistarar 2009 gjørdust:
Kvinnuunglingar: Barbara Debes Eiriksfoss, HF
Mansunglingar: Pætur Jakobsen, HF
Kvinnur: Anita Knudsen Fossdalsá, Støkk
Menn: Rósing Dam, HF
Sunnudagin varð kappast í hvørjum amboði sær. Umframt fyrr nevndu amboð kappaðust menninir eisini í beinsveiggj. Hetta er fyrstu ferð at kappast verður í beinsveiggj í Føroyum. Ætlanin er, at komandi ár skal beinsveiggj eisini verða við í føroyameistarakappingini. Úrslitini frá báðum kappingunum kunnu takast niður her:
Úrslit FM amboð 2009 eldru bólkarnir (79 kb) Úrslit Amboðskapping 2009 eldru bólkarnir (115 kb) FFS 19. apríl 2009. |
|
|
FM 2009 - fyri einstaklingar í amboðsfimleiki !
Nú er tíðin aftur komin til at Føroyameistararnir í amboðsfimleiki skulu finnast. Kappast verður í 4 aldursbólkum, herundir pinkur/dreingir, smágentur/smádreingir, kvinnuunglingar/mansunglingar og kvinnur/menn.
Kappingarnar verða skipaðar soleiðis, at eldru bólkarnir kappast í Høllini í Runavík tann 18. apríl 2009, kl. 14.00 og teir yngru bólkarnir í Høllini á Hálsi í Tórshavn tann 23. mai, eisini kl. 14.00. Harafturat gevur FM kappingin íðkarum møguleika fyri at kvalifisera seg til amboðsfinalur dagin eftir FM kappingina. 6 teir bestu íðkararnir pr. amboð kvalifisera seg til amboðsfinalurnar. Amboðsfinalurnar verða sostatt fyri eldru bólkarnar tann 19. apríl kl. 14.00 og fyri yngru bólkarnar 24. mai kl. 14.00
Kvinnurnar kappast í amboðunum gólv, lop, biti og forskotin barra. Mennirnir kappast í amboðunum gólv, lop, paralell barra, ringum og beinsveiggj. FM kappingin er tann síðsta kappingin innan landslið okkara fer á Oyggjaleikir og verður spennandi at síggja hvørjum formi okkara íðkarar eru í.
Kostnaðurin er kr. 80 fyri vaksin og kr. 10 fyri børn.
FFS 16. paríl 2009 |
| FM 2009 - fyri einstaklingar í amboðsfimleiki ! FM-einstaklingakappingarnar verður í ár skipaðar soleiðis:
18.-19. apríl Høllin í Runavík Bólkur 3 og 4
23.-24. mai Høllin á Hálsi Bólkur 1 og 2
Allar kappingarnar byrja kl. 14.00
Kappast verður í amboðunum: Gólv, Lop, Biti, Forskotin Barra, Paralell Barra, Ringum og Beinsveiggj.
Kunning til feløgini: 2009 FM amboðfimleikur, einstaklingarkapping (34 kb) Tilmelding til kapping: 2009 tilmelding til FM einstaklingakapping (33 kb) FFS 17. mars 2009 |
|
Úrslit frá steypakappingunum í amboðsfimleiki !
Úrslit frá steypakapping amboð 2009 eldri (151 kb) Úrslit frá steypakapping amboð 2009 yngri (84 kb) FFS 22.02.2009 |
|
Steypakappingarnar í amboðsfimleiki ! Í februar verða árligu steypakappingarnar aftur á skránni. Niðanfyri er ymisk kunning til feløgini og tilmeldingarbløð, ið skulu sendast okkum innan 1. februar, sí niðanfyri. Til feløgini:
Viðheft kunning um steypakappingarnar 2009: Steypakappingarnar 2009 (32 kb) Tilmeldingarblað til kappingarnar: Tilmelding til steypakappingarnar 2009 (37 kb) NB Pinkur, piltar, smágentur og smádreingir sleppa í ár eisini at verða partur av steypakappingunum og fara tey at kappast í basicline/seríðkan. Hendan kappingin verður saman við steypakapping 3., tann 21. februar, kl. 15.00. Somu treytir eru fyri tilmeldingingarfreist, rindan av luttøkugjaldi v.m., sum hjá eldru bólkunum. FFS 25. januar 2009 Gunvør Thomsen, fyriskipari
|
![]() |
Steypakappingin í amboðsfimleiki verður í vikuskiftinum Sunnudagin 11. februar 2007 verður Steypakappingin í amboðsfimleiki. Kappingin verður á Stórheyggi. Har verður kappast í lopi um hest. Les meira |










