|
|
Takk fyri ! So var Fimleikaskúlin av á hesum sinni av. Vit í Fimleikasambandinum eru sera glað fyri dagin og vóna at børnini hava stuttleika sær. Eisini vilja vit takka feløgunum, fyri ta góðu hjálp ið vit hava fingið frá teimum. Bæði til fyrireiking og ikki minst við at lána okkum teirra venjarar. Síðst, men ikki minst, vilja vit enn einaferð takka stuðlum okkara í ár: Tryggingarfelagið Føroyar Smyril Line Føroya Banki Myndir frá degnum liggja undir "Myndir" á vinstra bjálka. Nakrar myndir koma afturat í vikuni, eitt nú felagsmyndir frá Fimleikaskúla 1. FFS 10. september 2008. |
| FIMLEIKASKÙLIN 2008 Aftur í ár verður FIMLEIKASKÚLI fyri øll børn í Føroyum úr 1. til 5. flokki. Tveir fimleikaskúlar verða og verða báðir hildnir tann 6. September, í Høllini á Hálsi í Tórshavn. Skúli 1 Frá kl. 08.30 - 13.30 Skúli 2 Frá kl. 14.30 - 19.30 Á skúlanum sleppa børnini at royna seg á ymiskum amboðum, eins og fimleikararnir í OL í Beijing. Tey sleppa at sveiggja í barru, læra at íðka á bita, hoppa á lopgólvi og nógv annað. Alt hetta saman við nógvum øðrum børnum. Tað er ikki neyðugt at hava íðka fimleik áður fyri at verða við. Fimleikaskúlin er fyri øll børn. Tey ið hjálpa til á skúlanum eru royndir venjarar úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið, Støkk, Fimleikafelagnum Flog og Klaksvíkar Fimleikafelag. Kostnaður fyri skúlan er kr. 200 fyri hvønn (tó kr. 150 um fleiri systkin eru við). Luttøkugjaldið verður goldið kontant í høllini 6. September. Tilmelding: Send navn, aldur, tlf. nr. og Skúli 1 ella Skúli 2 til: nro@isf.fo ella ring tlf. nr. 21.29.33 Tilmelding fer fram so leingi pláss eru eftir. Til foreldrini: Børnini fáa mat og drekka á skúlanum og skulu verða í treningsklæðum og helst í fimleikaskóm ella líknandi. Foreldur, ommur, abbar, systkin o.o. eru vælkomin til at hyggja ella vitja í høllini. Um tit ynskja at fáa fatur á okkum ímeðan fimleikaskúlin er, kunnu tit ringja tlf. nr. 50.87.80. FFS 22. august 2008 |




