Føroya Fimleikasamband, stytt FFS, var stovnað í 1980, av fimleikafeløgum runt landið.
FFS verður mannað av 5 nevndarlimum, harav ein formaður/kvinna, ein næstformaður/kvinna og 3 nevndarlimir. Hesi verða vald av aðalfundinum ið er hægsti mynduleiki.
FFS hevur ábyrgdina av landsliðnum í reiðskapi, skipar fyri kappingum innan amboðsfimleik og estetiskan fimleik og hevur tiltøk ið eru ætlað til breiddina, herundir Fagnaðurin og Fimleikaskúlin / Fimleikur á ferð. Harafturat skipar FFS fyri ymiskum skeiðum.
Her finnur tú okkum !
ÍSF HúsiðUntitled Location |