Um FFS‎ > ‎

Dopingreglugerð

Dopingreglugerð ÍSF

§ 1
Stk. 1. Doping merkir, at í mannakroppinum eru evni til staðar, ið eru bannað sambært Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) og/ella sambært altjóða listanum hjá altjóða sersambondum yvir óløglig evni.
Stk. 2. At brúka tílík bannað evni, at hesi evni eru í land- ella blóðroyndum og at royna at reingja kanningarúrslitið av eini land- ella blóðroynd, er bannað.

§ 2
Stk. 1. Allir virknir limir, ið umboða eitt sersamband/deildarsambandar ella limafelag undir ÍSF, hevur skyldu at geva seg undir dopingeftirlit, sum Dopingeftirlitisnevndin ger ella felagsskapir o. o., sum Dopingeftirlitisnevndin hevur gjørt avtalu við um hetta.
Stk. 2. Dopingeftirlitisarbeiðið hjá ÍSF ger Dopingeftirlitisnevndin, sum telur 6 limir, sum verða valdir av stjórn ÍSF’s, harav skulu verða ein lækni og ein farmaceutur.

§ 3
Stk. 1. Dopingeftirlitisnevndin ásetir, nær og hvar eftirlitið verður gjørt. Innkalling til eftirlit kann verða annaðhvørt skrivlig ella munnlig.
Stk. 2. Dopingeftirlit kann verða gjørt áðrenn, undir ella eftir venjing og undir lands- og altjóða fyriskipaðum kappingum av øllum sløgum.
Stk. 3. Dopingeftirlit verður framt sambært ÍSF-dopingeftirlitisreglunum, ið stjórnin í ÍSF ásetir eftir tilráðing frá Dopingeftirlitisnevndini.

§ 4
Stk. 1. Feløg og sersambond/deildarsambond, ið fáa álagt av einum altjóða sersambandi at fremja ella taka lut í dopingeftirliti í sambnd við venjing ella kappingar í Føroyum, skulu seta seg í samband við Dopingeftirlitisnevndina og gera avtalu um hetta.
Stk. 2. Tað er ikki loyvt ser- og deildarsambondum ella feløgum sjálvum at fremja dopingeftirlit ella at gera dopingsundurgreiningar, uttan so at skrivlig avtala er gjørd við Dopingeftirlitisnevndina.
Stk. 3. Um so er, at kanningin er positiv av einum føroyskum virknum ítróttarfólki, skulu allar týðandi upplýsingar verða tøkar hjá Dopingeftirlitisnevndini.

§ 5
Stk. 1. Um so er, at kanningarúrslitið av bæði A- og B-royndini vísir, at dopingevni eru til staðar, ella dopingeftirlitisnevndin staðfestir onnur brot á dopingeftirlitisreglurnar, kann dopingeftirlitisnevndin útihýsa viðkomandi ítróttarfólki. Útihýsingin kann í mesta lagi vera í 1 mánað. Um so er, at dopingnevndin ikki innan hetta tíðarskeið hevur avgjørt sakarmálið, ger dopingeftirlitisnevndin av, um útihýsingin skal verða longd við 1 mánaði, ella um útihýsingin skal avtakast.
Stk. 2. Útihýsingin verður roknað frá tí, at viðkomandi hevur fingið boðini. Boð um útihýsing, longda útihýsing, ella um hon verður avtikin, verða givin við innskrivaðum brævi ella við sendiboði. Viðkomandi felag ella sersamband/deildarsamband fær boðini við vanligum brævi.
Stk. 3. Avgerð Dopingeftirlitisnevndarinnar um at útihýsa einum virknum ítróttarfólki kann verða kærd til Dopingnevndina, sum skal taka avgerð í málinum í seinasta lagi 7 dagar eftir, at hon hevur fingið kæruna. Eingin tíðarfreist er fyri at kæra eitt mál til Dopingnevndina.

§ 6
Stk. 1. Eitt ítróttarfólk, ið verður funnið sekt í doping, skal útihýsast frá øllum venjingar- og kappingarvirksemi, eisini frá øllum arbeiði, bæði løntum og óløntum innan ÍSF, sersamband/deildarsambondum og feløgum í 2 ár.
Stk. 2. Eru serligar umstøður, ið tala fyri tí, kann revsingin tó verða linari.
Stk. 3. Verður brotið endurtikið, kann útihýsingin vera fyri alla tíð.
Stk. 4. Verður dopað við efedrini og tílíkum evnum, verður útihýsing ásett til hægst 3 mánaðir. Verður brotið endurtikið, kann útihýsingin økjast upp í tvey ár, og í triðja føri verður útihýsingin fyri alla tíð.
Stk. 5. Tó ber til í samband við útihýsingina ella seinni at avgera, summar greinar (aktiviteter) eru undantiknar frá hesum.
Stk. 6. Við varandi útihýsing kann Dopingnevndin, tá ið 5 ára útihýsing er liðin, eftir umbøn frá ítróttarfólkinum seta úr gildi útihýsingina heilt ella lutvíst.
Stk. 7. Á sama hátt sum fyri doping verða ítróttarfólk revsað, sum eftir innkalling til dopingeftirlit, ikki vilja lata seg kanna.
Stk. 8. Tann, ið elvir til ella medvirkar til, at eitt brúkar dopingarevni, verður útihýstur í upp í 5 ár. Í slíkum førum eru somu reglur um revsing galdandi sum fyri doping.
Stk. 9. So leingi eitt ítróttarfólk er útihýst, kann einki ser- og deildarsamband í ÍSF ella feløg teirra geva viðkomandi loyvi til at taka lut í nakrari ítróttargrein, hvørki í Føroyum ella í útlondum.

§ 7
Stk. 1. Sersamband/deildarsamband, feløg, ítróttarfólk, leiðarar, venjarar o. o. skulu veita Dopingeftirlitisnevndini alla ta hjálp, henni tørvar at fremja dopingeftirlit og til at fáa greiðu á viðurskiftum um brot á dopingeftirlitisreglugerðina, og skulu fylgja Dopingeftirlitisnevndarinnar avgerðum um útihýsing og úrskurðum Dopingnevndarinnar.
Stk. 2. Feløg, ítróttarfólk, leiðarar, venjarar o. o., sum bróta hesar reglur, kunnu verða revsað á sama hátt sum eitt ítróttarfólk, sum verður dømt sekt í doping.
Stk. 3. Brýtur eitt ser- ella deildarsamband hesar reglur, ger dopingeftirlit uttan avtalu um hetta við Dopingeftirlitisnevndina ella tekur avgerð í dopingsakarmálum, kann Dopingeftirlitisnevndin leggja málið fyri ÍSF-stjórnina at taka støðu til eftir reglum ÍSF’s.

§ 8
Stk. 1. Í sakarmálum um brot á hesa reglugerð, undantikin sakarmál, har eitt ser- og/ella deildarsamband hevur framt lógarbrot, tekur Dopingnevndin avgerð. Stjórn ÍSF’s velur Dopingnevndina. Dopingnevndin skipar seg sjálv við formanni. Skulu tiknar avgerðir verða galdandi, krevst, at í minsta lagi tveir av føstu nevndarlimunum eru til staðar. Er atkvøðujavnvág, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 2. Dopingeftirlitisnevndin leggur málini fyri Dopingnevndina. Hetta er eisini galdandi fyri ikki at møta til eftirlit og um at seta útihýsing úr gildi.
Stk. 3. Øll sakarmál til Dopingnevndina verða avgreidd gjøgnum ÍSF-skrivstovuna.

§ 9
Stk. 1. Til øll sakarmál, ið verða viðgjørd í Dopingnevndini, verður ein ráðgevi boðin við sum umboð fyri tað ser- og deildarsambandi, sum umrødda sakarmál fevnir um Ser- og deildarsambandið velur umboðið. Hetta umboð hevur ikki atkvøðurætt.
Stk. 2. Dopingnevndin kann tilnevna ein løgfrøðing at umboða tann partin, sakarmálið rakar. Nevndin ásetur samsýningina til løgfrøðingin.
Stk. 3. Sakarmálsviðgerðin er munnlig. Formaðurin kann tó áseta, at spurningar um útihýsing og regluspurningar verða viðgjørdir skrivliga. Munnliga sakarmálsviðgerðin er almenn. Ikki er loyvt at taka myndir, taka film ella gera bandupptøkur av samráðingum. Tá ið serligar umstøður gera seg galdandi, eitt nú fyrilit um upplýsingar í sakarmálinum ella til, at annar parturin ikki verður fyri óneyðugari skemt ella mannminkan, kann málið verða viðgjørt fyri stongdum hurðum.
Stk. 4. Tá ið sakarmálið er avgjørt, kann nevndin áseta sakarmálsútreiðslurnar. Sakarmálskostnaðurin kann møguliga eisini umfata útreiðslur í samband við kanningar í málinum.
Stk. 5. Dopingnevndin ásetur annars sjálv sína virkisskrá.

§ 10
Stk. 1. Úrskurðurin hjá Dopingnevndini, sum skrivstova felagsins fær eitt eintak av, kann verða kærdur av innstevnda, viðkomandi ser- og deildarsambandi ella ÍSF til Ítróttadómstól ÍSF’s innan fýra vikur eftir, at úrskurðurin er fráboðaður.
Stk. 2. Ser- og deildarsambandið hevur skyldu at boða sínum altjóða felagsskapi frá Dopingnevndarinnar úrskurði, um so er, at hann hevur reglur fyri hesum.

§ 11
Stk. 1. Um so er at eitt føroyskt ítróttarfólk verður ákært í samband við dopingeftirlit, sum onkur serkønur stovnur í ella uttan fyri Føroyar fremur, skal viðkomandi sersamband/deildarsamband skjótast gjørligt senda øll skjøl í sakarmálinum til Dopingeftirlitisnevnd ÍSF’s.
Stk. 2. Nevndin kann innan tríggjar vikur eftir at hava fingið øll skjøl í sakarmálinum leggja málið fyri Dopingnevndina við atliti til døming eftir dopingeftirlitisreglunum.
Stk. 3. Ikki er loyvt sersambandi/deildarsambandi sjálvum at taka avgerðir í dopingmálum. Er limasambandið ført fyri tí sambært altjóða dopingreglunum, skal limasambandið boða altjóða felagsskapinum frá, at hesin førleiki er latin Dopingnevnd ÍSF’s.

Soleiðis samtykt á stjórnarfundi 12. Mei 2000