Um FFS‎ > ‎

Etiskar leiðreglur, les meira í skjalinum viðheft hin 23.11.2017




FØROYA FIMLEIKASAMBAND

FFS

 

 

ETISKAR LEIÐREGLUR

góðkendar á aðalfundi tann 31. mai 2017



Etiskar leiðreglur

 

Hesar leiðreglur byggja á leiðreglur um góðan atburð hjá Ítróttarsambandi Føroya frá 2008.

Leiðreglurnar eru galdandi fyri venjarar, leiðarar, samskiparar, foreldur, fimleikarar, dómarar og fyriskiparar.

 

Føroya Fimleikasamband vil við hesum leiðreglum gera sítt til, at børnini, tey ungu eins og foreldur og avvarandi saman við teimum, ið varða av fimleikinum, fáa eina góða byrjan og í framtíðini góðar upplivingar í fimleikaumhvørvinum.

 

Hesar leiðreglur siga nakað um, at vit skulu fara væl um hvønn annan og hava virðing hvør fyri øðrum, so at fimleikaumhvørvið er eitt gott og trygt umhvørvi, har øll kunnu kenna seg væl, verða vird og gleða seg at koma saman.

Til dømis kunnu feløgini saman við børnunum, teimum ungu og foreldrum/avvarandi taka evnið góður atburður upp, tá fimleikaárið byrjar. Hetta kann verða gjørt á felagsfundi, har leiðreglurnar verða gjøgnumgingnar, og tosað kann verða um, hvønn týdning hesar leiðreglur hava.

 

Leiðreglur eru galdandi fyri:

ü  góðan atburð hjá vaksnum íðkandi

ü  góðan atburð hjá foreldrum

ü  góðan atburð hjá børnum

ü  góðan atburð hjá dómarum og hjálparfólki

ü  góðan atburð hjá leiðarum

ü  góðan atburð hjá venjarum

 

Mannagondir í samband við ósømiligan atburð.

 

Føroya Fimleikasamband góðtekur ikki ósømiligan atburð móti venjarum, samskiparum,  liðleiðarum, fimleikarum, foreldrum og øðrum, sum eru við í fimleikahópinum.

Munnligar ella skrivligar ónáðir/plágur, so sum ókvæmisorð, ósakligar ákærur ella annar ørkymlandi atburður, verða ikki góðtiknar/loyvdar.

Óhóskandi atburður, í samband við kappingar, legur og túrar innanlands og uttanlands, verður ikki góðtikin/loyvdur.

 

Góðtikið verður heldur ikki at tosað verður ljótt, ella at annar keðiligur atburður verður mótvegis dómarum, kappingarneytum, fimleikarum venjarum, foreldrum ella áskoðarum.

Føroya Fimleikasamband ynskir, at tey, sum eru knýtt at fimleikaumhvørvinum, nýta sømiligan málburð.

 

Samskiparar/venjarar, sum bróta hesar leiðreglur, fáa eina ávaring frá FFS.

·         Fyrstu ferð ein samskipari/venjari brýtur hesar leiðreglur ella hevur óhepnan atburð, fær viðkomandi eina munnliga ávaring frá FFS.

·         Aðru ferð fær viðkomandi eina skrivliga ávaring frá FFS um burturvísing frá t.d. kapping.

·         Triðju ferð fær viðkomandi eina beinleiðis burturvísing – tíðaravmarkað ella varandi.

 


Ċ
Katrin Abrahamsen,
23. nov. 2017 13.21
Ċ
Óluva Zachariassen,
7. aug. 2010 07.02