Viðtøkur
Viðtøkur FFS
1. Navn Navn sambandsins er Føroya Fimleikasamband, stutt stavað FFS.
2. Endamál Føroya Fimleikasamband hevur til endamál, at menna og skapa áhuga fyri fimleiki og at vera stuðul hjá feløgum í samarbeiðinum sínámillum umframt at umboða fimleikin á alheims stigi og í alheims millumlanda samgongum.
3. Limir FFS er limur í ÍSF. Ítróttarfelag, har limir íðka fimleik, skal gerast limur í FFS. Umsókn um limaskap verður send til FFS, ið avgerð, um felagið kann gerast limur. Verður limaskapur noktaður, kann felagið leggja spurningin fyri aðalfundin
Limagjaldið fellur til gjaldingar 1. okt. á hvørjum ári og skal verða goldið innan 1. nov. Um felagið ikki hevur goldið limagjald, kann felagið ikki luttaka í kappingum, sum FFS skipar fyri. Um eitt felag ikki er virkið, er møguleiki at verða hvílandi limur uttan at gjalda limagjald. Tekur felag seg burturúr, verður fráboðan send FFS.
4. Limaskyldur Feløgini hava skyldu:
uttanlands
Heimkomuna.
útlendskum feløgum
5. Limaskapur FFS er limir í ÍSF, og starvsnevndarformaðurin/kvinnan hevur sætið í stjórn ÍSF. FFS umboðar Føroyar í alheims og millumlandasamgongum. FFS er limur í Nordisk Gymnastik Forbund NGF, NEC North European Championship og International Federation of Aesthetic Group Gymnastics IFAGG, og eigur at syrgja fyri, at lógir og reglugerðir teirra verða fylgdar.
6. Stjórnin Føroya Fimleikasamband verður stjórnað av: 1. Aðalfundinum 2. Starvsnevndini 3. Øðrum nevndum
7. Aðalfundurin Hægsti myndugleiki FFS’s er aðalfundurin, sum verður hildin í mai/juni mánaði. Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum ein mánaða frammanundan. Dagsskráin er hendan:
4. Val av nevndum og eykalimum 5. Val av grannskoðara 6. Innkomin mál 7. Ymiskt
Innkomin mál Uppskot um lógarbroytingar skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Innkomin uppskot verða send feløgunum 8 dagar áðrenn aðalfundin. Uppískoyti í lógirnar og lógarbroytingar skulu standa á dagsskránni. Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgunum í FFS, starvsnevndini, starvsnevndini í ÍSF dómsnevndini og grannskoðaranum. Hesi somu hava talurætt.
Møtirætt Hvørt felag kann senda upp til 3 umboð til aðalfundin. Á aðalfundinum kann ongin umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánaða og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Starvsnevndin og aðrar nevndir, starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt, umframt møturætt hevur starvsnevnd ISF´s eisini talurætt. Starvsnevndin kann, um hetta verður hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyri standandi at luttaka á aðalfundinum við ella uttan talurætt.
Atkvøðurættur Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava starvsnevndarlimirnir. Hvørt felag hevur eina atkvøðu.
Atkvøðuháttur Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teimum, ið hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðafundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum er atkvøða hjá ástarvsnevndarformansins/kvinna avgerðandi.
Eykaaðalfundur Eykaaðalfundurin kann verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í FFS ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar frammanundan.
8. Starvsnevndin Í starvsnevndini, ið kann hava 3 til 5 umboð, sita: formaður/kvinna, næstformaður/kvinna, skrivari og møgulig umboð. Umboðini hava ábyrgd hvør sær av t.d: estetiska fimleikinum, amboðs fimleikinum, breiddar fimleikinum og fimleikafagnaðinum. Um umboðini meta, at tørvur er á at seta hjálparfólk til sítt ábyrgdarøki, kunnu tey tað, men tá skal nevndin góðtaka setanina.
Tey verða vald einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Valdur verður ein tiltakslimur fyri eitt eittára skeið. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum, kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram, sum um umskipanin ikki var farin fram. Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi. Aðalfundarsamtykt skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn. Starvsnevndin kann seta kassameistara uttan fyri nevndina. Starvsnevndin sendir eina ferð árliga ÍSF frágreiðing um virki FFS’s. Starvsnevndin tekur avgerð handan av heiðursmerkjum og virðislønum.
9. Aðrar nevndir Starvnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir at taka sær av uppgávum í Fimleikasambandinum. Starvsnevndin hevur heimild at finna nýggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevndarlimum avgerð starvsnevndin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góðkenning starvsnevndarinnar, eins og starvsnevndin skal góðkenna allar reglugerðir.
Stjórnarfundir Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnarfundum við jøvnum millumbilum. Á hesum fundum luttaka allir nevndarlimir í øllum nevndum undir FFS, tó undantikið dómsnevndin.
Kærur um úrslit Allar kærur skulu beinast til tann ábyrgdara, ið hevur økið um hendi. Tað eru bara feløg, sum kunnu lata kæru inn. Avgerðin hjá ábyrgdarinum kann kærast til starvsnevndina, ið kann taka avgerð í málum, ella beina málið víðari til dómsnevndina, um FFS onga dómsnevnd hevur, verður kæran send víðari til dómsnevndina undir ÍSF. Tekur starvsnevdin avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dómsnevndina.
Aðrar kærur Aðrar kærur skulu beinast til stavsnevndina hjá FFS.
10. Dómsnevndin Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF. Um dómsnevndin ikki er sett, verður víst til dómsnevndina hjá ÍSF.
11. Felags fyri nevndirnar Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðalfundinum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur.
12. Kappingarárið /Roknskaparárið Kappingarárið hjá FFS er at rokna frá 1. august til 31. juli, og roknskaparárið er frá 1.januar til við 31. desember.
13. Uttanveltað FFS er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.
14. Fíggjarligagrundarlagið Fíggjarliga grundarlagið er inntøka av luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, partur av veddingarpengum, sponsorinntøkum o.a.
15. Avtøka Uppskot um avtøku av FFS kann bert leggjast fram á aðalfundinum og fyri at vinna sømdir, skal uppskotið viðtakast av ¾ av teimum, sum hava atkvøðurætt. Samstundis skulu í minsta lagi ¾ av feløgunum verða umboðaði. Møguligar ognir skulu verða fimleiki at gagni. Góðkendar av aðalfundi í Føroya Fimeikasambandi
Góðkent á aðalfundi FFS hin 31. mai 2017. |
viðtøkur
1. Navn Navn sambandsins er Føroya Fimleikasamband, stuttstavað FFS.
2. Endamál Føroya Fimleikasamband hevur til endamál, at menna og skapa áhuga fyri fimleiki og at vera stuðul hjá feløgum í samarbeiðinum sínámillum umframt at umboða fimleikin á alheims stigi og í alheims millumlanda samgongum.
3. Limir Ítróttafelag, ið er limur í ÍSF, og sum íðkar fimleik, skal gerast limur í FFS. Umsókn um limaskap verður at senda ÍSF, ið avgerð, um felagið kann gerast limur. Tekur felag seg burturúr, verður fráboðanin send ÍSF.
4. Limaskyldur Feløgini hava skyldu: 1. At halda lógir og reglugerðir fimleikasambandsins 2. So vítt gjørligt at vera FFS til hjálpar, tá ið hetta er neyðugt 3. At boða FFS skrivliga frá og fáa loyvi at luttaka í fimleikakappingum og venjingarlegum uttanlands 4. At senda FFS úrslit frá uttanlands kappingum í seinasta lagi 14 dagar aftan á heimkomuna 5. At boða FFS frá fimleikavitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímoti útlendskum feløgum.
5. Limaskapur FFS er limir í ÍSF, og starvsnevndarformaðurin hevur sætið í stórn ÍSF. FFS umboðar Føroyar í alheims og millumlandasamgongum. FFS er limur í Nordisk Gymnastik Forbund NGF og International Federation of Aesthetic Group Gymnastics IFAGG, og eigur at syrgja fyri, at lógir og reglugerðir teirra verða fylgdar.
6. Stjórnin Føroya Fimleikasamband verður stjórnað av: 1. Aðalfundinum 2. Starvsnevndini 3. Øðrum nevndum
7. Aðalfundurin Hægsti myndugleiki FFS’s er aðalfundurin, sum verður hildin í mai/juni mánaði. Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum ein mánað frammanundan.
Dagsskráin er hendan: 1. Val av orðstýrara 2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári. 3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap. 4. Innkomin mál 5. Val av nevndum og eykalimum. 6. Ymiskt
Innkomin mál Uppskot um lógarbroytingar skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Innkomin uppskot verða send feløgunum 8 dagar áðrenn aðalfundin. Uppískoyti í lógirnar og lógarbroytingar skulu standa á dagsskránni. Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgunum í FFS, starvsnevndini, starvsnevndini ÍSF’s, dómsnevndini og grannskoðaranum. Hesi somu hava talurætt.
Møtirætt Hvørt felag kann senda upp í 3 umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundinum umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Starvsnevndin og aðrar nevndir, starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt. Starvsnevndin kann, um hetta verður hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyri standandi at luttaka á aðalfundinum við ella uttan talurætt.
Atkvøðurættur Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava starvsnevndarlimirnir. Feløgini hava eina atkvøðu fyri hvørt møtt umboð.
Atkvøðuháttur Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teimum, ið hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðafundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum er atkvøða starvsnevndarformansins avgerðandi.
Eykaaðalfundur Eykaaðalfundurin kann verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í FFS ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar frammanundan.
8. Starvsnevndin Í starvsnevndini, ið kann hava 3 til 5 umboð, sita: formaður, næstformaður, skrivari og møgulig umboð. Tey verða vald einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Valdur verður ein tiltakslimur fyri eitt eittára skeið. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum, kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram, sum um umskipanin ikki var farin fram. Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi. Aðalfundarsamtyk skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn. Starvsnevndin kann seta kassameistara. Starvsnevndin sendir eina ferð árliga ÍSF frágreiðing um virki FFS’s. Starvsnevndin tekur avgerð handan av heiðursmerkjum og virðislønum.
9. Aðrar nevndir Starvnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir at taka sær av uppgávum í Fimleikasambandinum. Starvsnevndin hevur heimild at finna nýggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevndarlimum avgerð starvsnevdin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góðkenning starvsnevndarinnar, eins og starvsnevndin skal góðkenna allar reglurgerðir.
Stjórnarfundir Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnarfundum við jøvnum millumbilum. Á hesum fundum luttaka allir nevndarlimir í øllum nevndum undir Fimleikasambandinum, tó undantikin dómsnevndin.
Kærur Allar kærur skulu beinast til ta nevnd, ið hevur málið um hendi. Avgerðin í hesi nevnd kann kærast til starvsnevndina, ið kann taka avgerð í málum, ella beina málið víðari til dómsnevndina. Tekur starvsnevdin avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dómsnevndina.
10. Dómsnevndin Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF.
11. Felags fyri nevndirnar Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðalfundinum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur.
12. Kappingarárið Kappingarárið hjá FFS er at rokna frá 1. august til 31. juli.
13. Uttanveltað FFS er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.
14. Fíggjarligagrundarlagið Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, sponsorinntøkur o.a.
15. Avtøka Uppskot um avtøku av FFS kann bert leggjast fram á aðalfundinum og fyri at vinna sømdir, skal uppskotið viðtakast av ¾ av teimum, sum hava atkvøðurætt. Samstundis skulu í minsta lagi ¾ av feløgunum verða umboðaði. Møguligar ognir skulu verða fimleiki at gagni.
Góðkendar av aðalfundi í Føroya Fimeikasambandi 30. august 2016
|