Um FFS‎ > ‎Viðtøkur‎ > ‎

Viðtøkur FFS

indsendt 24. sep. 2017 13.21 af Katrin Abrahamsen


 

1. Navn

Navn sambandsins er Føroya Fimleikasamband, stuttstavað FFS.

 

2. Endamál

Føroya Fimleikasamband hevur til endamál, at menna og skapa áhuga fyri fimleiki og at vera stuðul hjá feløgum í samarbeiðinum sínámillum umframt at umboða fimleikin á alheims stigi og í alheims millumlanda samgongum.

 

3. Limir

FFS er limur í ÍSF. Ítróttarfelag, har limir íðka fimleik, skal gerast limur í FFS.  Umsókn um limaskap verður send til FFS, ið avgerð, um felagið kann gerast limur. Verður limaskapur noktaður, kann felagið leggja spurningin fyri aðalfundin

 

Limagjaldið fellur til gjaldingar 1. okt. á hvørjum ári og skal verða goldið innan 1. nov. Um felagið ikki hevur goldið limagjald, kann felagið ikki luttaka í kappingum, sum FFS skipar fyri.

Um eitt felag ikki er virkið, er møguleiki at verða hvílandi limur uttan at gjalda limagjald.

Tekur felag seg burturúr, verður fráboðan send FFS.

 

4. Limaskyldur

Feløgini hava skyldu:

 

  1. At halda lógir og reglugerðir fimleikasambandsins

  2. At halda etisku leiðreglarnar, sí heimasíðuna www.fimleikur. fo 

  3. So vítt gjørligt at vera FFS til hjálpar, tá ið hetta er neyðugt

  4. At boða FFS skrivliga frá og fáa loyvi at luttaka í fimleikakappingum og venjingarlegum             

uttanlands

  1. At senda FFS úrslit frá uttanlands kappingum í seinasta lagi 14 dagar aftaná

Heimkomuna.

  1. At boða FFS frá fimleikavitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímóti

             útlendskum feløgum

  1. At senda FFS góðkendan rokniskap, eftir góðkendum rokniskaparhaldi, nevndarupplýsingar, møguliga viðtøkubroytingar og limatal frá aðalfundi á hvørjum ári.

 

5. Limaskapur

FFS er limir í ÍSF, og starvsnevndarformaðurin/kvinnan hevur sætið í stjórn ÍSF. FFS umboðar Føroyar í alheims og millumlandasamgongum. FFS er limur í Nordisk Gymnastik Forbund NGF, NEC North European Championship og International Federation of Aesthetic Group Gymnastics IFAGG, og eigur at syrgja fyri, at lógir og reglugerðir teirra verða fylgdar.

 

6. Stjórnin

Føroya Fimleikasamband verður stjórnað av:

      1.  Aðalfundinum

      2.  Starvsnevndini

      3.  Øðrum nevndum

 

7. Aðalfundurin

Hægsti myndugleiki FFS’s er aðalfundurin, sum verður hildin í mai/juni mánaði.  Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum ein mánaða frammanundan. 

Dagsskráin er hendan:

  1. Val av orðstýrara

  2. Starvsnevndarformaðurin/kvinna leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári.

  3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.

      4.   Val av nevndum og eykalimum

      5.   Val av grannskoðara

      6.   Innkomin mál

      7.   Ymiskt

 

Innkomin mál

Uppskot um lógarbroytingar skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Innkomin uppskot verða send feløgunum 8 dagar áðrenn aðalfundin. Uppískoyti í lógirnar og lógarbroytingar skulu standa á dagsskránni. Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgunum í FFS, starvsnevndini, starvsnevndini í ÍSF dómsnevndini og grannskoðaranum. Hesi somu hava talurætt.

 

Møtirætt

Hvørt felag kann senda upp til 3 umboð til aðalfundin.

Á aðalfundinum kann ongin umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánaða og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Starvsnevndin og aðrar nevndir, starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt. Starvsnevndin kann, um hetta verður hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyri standandi at luttaka á aðalfundinum við ella uttan talurætt.

 

Atkvøðurættur

Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava starvsnevndarlimirnir. Hvørt felag hevur eina atkvøðu.

 

Atkvøðuháttur

Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teimum, ið hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðafundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum er atkvøða  hjá ástarvsnevndarformansins/kvinna avgerðandi.

 

Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundurin kann verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í FFS ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar frammanundan.

 

 

8. Starvsnevndin

Í starvsnevndini, ið kann hava 3 til 5 umboð, sita: formaður/kvinna, næstformaður/kvinna, skrivari og møgulig umboð. Umboðini hava ábyrgd hvør sær av t.d: estetiska fimleikinum, amboðs fimleikinum, breiddar fimleikinum og fimleikafagnaðinum. Um umboðini meta, at tørvur er á at seta hjálparfólk til sítt ábyrgdarøki, kunnu tey tað, men tá skal nevndin góðtaka setanina.

 

Tey verða vald einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Valdur verður ein tiltakslimur fyri eitt eittára skeið. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum, kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram, sum um umskipanin ikki var farin fram.

Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi.

Aðalfundarsamtykt skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn.

Starvsnevndin kann seta kassameistara uttan fyri nevndina.

Starvsnevndin sendir eina ferð árliga ÍSF frágreiðing um virki FFS’s.

Starvsnevndin tekur avgerð  handan av heiðursmerkjum og virðislønum.

 

9. Aðrar nevndir

Starvnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir at taka sær av uppgávum í Fimleikasambandinum. Starvsnevndin hevur heimild at finna nýggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevndarlimum avgerð starvsnevndin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góðkenning starvsnevndarinnar, eins og starvsnevndin skal góðkenna allar reglugerðir.

 

Stjórnarfundir

Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnarfundum við jøvnum millumbilum. Á hesum fundum luttaka allir nevndarlimir í øllum nevndum undir FFS, tó undantikið dómsnevndin.

 

Kærur um úrslit

Allar kærur skulu beinast til tann ábyrgdara, ið hevur økið um hendi. Tað eru bara feløg, sum kunnu lata kæru inn. Avgerðin hjá ábyrgdarinum kann kærast til starvsnevndina, ið kann taka avgerð í málum, ella beina málið víðari til dómsnevndina, um FFS onga dómsnevnd hevur, verður kæran send víðari til dómsnevndina undir ÍSF. Tekur starvsnevdin avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dómsnevndina.

 

Aðrar kærur

Aðrar kærur skulu beinast til stavsnevndina hjá FFS.

 

10. Dómsnevndin

Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF. Um dómsnevndin ikki er sett, verður víst til dómsnevndina hjá ÍSF.

 

11. Felags fyri nevndirnar

Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðalfundinum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur.

 

12. Kappingarárið /Roknskaparárið

Kappingarárið hjá FFS er at rokna frá 1. august til 31. juli, og roknskaparárið er frá 1.januar til við 31. desember.

 

13. Uttanveltað

FFS er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.

 

14. Fíggjarligagrundarlagið

Fíggjarliga grundarlagið er inntøka av luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, partur av veddingarpengum, sponsorinntøkum o.a.

 

15. Avtøka

Uppskot um avtøku av FFS kann bert leggjast fram á aðalfundinum og fyri at vinna sømdir, skal uppskotið viðtakast av ¾ av teimum, sum hava atkvøðurætt. Samstundis skulu í minsta lagi ¾ av feløgunum verða umboðaði. Møguligar ognir skulu verða fimleiki at gagni.

Góðkendar av aðalfundi í Føroya Fimeikasambandi

  

Góðkent á aðalfundi FFS hin 31. mai 2017.

Ċ
Katrin Abrahamsen,
24. sep. 2017 13.21
Comments