Kunning fyri seinnu steypakapping

indsendt af Rósing Dam   [ opdateret ]

Kunning

Seinna steypakapping í amboðsfimleiki verður tann 25. feb. í FIMI.

Amboðini kappast verður í eru, gólv og forskotin barr á kvinnusíðuni, og lop, ringar og rekk á mannfólkasíðuni.
 

Skrá fyri kappingina

Kl. 8.50 - 9.50       Felags upphiting fyri gentur og smádreingir

Kl. 10.00               Steypakapping fyri gentur og smádreingir

Kl. 11.50 - 12.50    Felags upphiting fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn

Kl. 13.00               Steypakapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn
 

Vit skulu gera vart við, at Støkk skipar fyri kappingini.

Nýggja nevndin

indsendt 21/02/2012 13.39 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 21/02/2012 14.18 ]

 

 
 
 
Forkvinna
Elin Heðinsdóttir Joensen,
Næstforkvinna Katrin Abrahamsen estetiskur
fimleikur,
Skrivari 
Joan Petersen,
Nevndarlimur Rósing Dam amboð,
landslið menn og kvinnur. 
 

Dómarskeiðið

indsendt 19/02/2012 12.50 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 19/02/2012 12.57 ]

11 dómarar luttóku í væl fyriskipaðum dómaraskeiði í estetiskum fimleiki hetta vikuskiftið;
tríggjar av teimum 11 vóru við fyri fyrstu ferð.  
Skeiðsleiðarar vóru Elna Johannesen og Beinta Danielsen.

Úrslit av steypakappingini í amboðsfimleiki

indsendt 13/02/2012 02.57 af Malan Mikkelsen   [ opdateret 13/02/2012 02.59 ]

 
Hjálagt eru úrslitini frá steypakapingini sum var um vikuskifti í amboðsfimleiki

Úrslit frá fyrru steypakapping.

indsendt 05/02/2012 05.23 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 06/02/2012 13.05 af Elin Heðinsdóttir Joensen ]

Havnar Fimleikafelag fór við øllum GULLINUM.
Nógvir áskoðarir høvdu leitað sær til ítróttarhøllina í Runavík leygardagin,
foreldur systkin, ommur og abbar at síggja okkara dugnaligu fimleikarar  
Kappingin gekk væl, ja eitt fragd fyri eygað at vera áskoðari.
 
HF vann gull í øllum bólkum, Støkk bleiv nr. 2 og Ljósið nr. 3.
 
Myndir síggjast her

Venjingartíðin

indsendt 01/02/2012 16.35 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 05/02/2012 05.38 ]

Hvørt lið fær 5 min. í venjingartið
 
Støkk frá kl.  09.30 til 10.05
Flog:   frá kl. 10.05 til 10.25
Ljósið frá kl. 10.25 til 10.50
HF.    frá kl. 10.50 til 11.20

 

11 dómarar til kappingin 4. februar.

indsendt 01/02/2012 16.28 af Katrin Abrahamsen

Dómararnar verða hesir:
 
Dagmar Kjeld, Elna Johannesen, Eva M. Holm, Annika Djurhuus, Tinna D. Johannesen, Dagmar Clothier, Guðrun M. Hansen,  Maj Johannesen, Elin Guttesen, Jeanett Blåsvær og Beinta Danielsen.
Hvør dømur í hvørjum bólki er ikki avgjørt enn.
Vit ynskja teimum góða eydnu :o))

Nýggir nevndarlimir.

indsendt 27/01/2012 08.26 af Katrin Abrahamsen

Ikki bleiv nakað stríðsval á aðalfundinum, sum var 24. januar. Forkvinnan Valborg Joensen og Malan Mikkelsen, ábyrgdari fyri amboð, høvdu báðar boða frá at tær ikki tóku við afturvali. Tað sá sera dapurt út at finna nýggj nevndarumboð, og onki uppskot var innkomið áðrenn fundin. Feløgini siga seg sjálvi hava stórar trupuleikar at fáa manna teirra egnu nevndir. Men tíbetur so lýsnaði :o). Elin Heðinsdóttir Joensen og ein av okkara kendastu fimleikarum, Rósing Dam blivu vald í nevndina. Elin Heðinsdóttir Joensen hevur áður verið forkvinna í FFS, og Rósing Dam er kendur fyri hansara mongu heiðursmerkir innan amboðs fimleikin, og sum dómari til kappingar. Vit ynskja teimum so hjartaliga tillukku við valinum, og gleða okkum til samarbeiðið.
Somuleiðis fara vit her, at takka Valborg Joensen og Maluna Mikkelsen fyri teirra megnar arbeiði fimleikinum at frama.:o)) 
 
Nevndin skipar seg á fyrsta fundi.  
 

Dómaraskeið í estetiskum fimleiki

indsendt 25/01/2012 15.29 af Katrin Abrahamsen

Verður í ÍSF húsinum 18 og 19 februar. Skeiðshaldarar verða Beinta Danielsen og Elna Johannesen Tíðspunkt og skrá verður send dómarunum sum melda til.

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki

indsendt 19/01/2012 14.53 af Katrin Abrahamsen

Nú nærkast til kappingina, 23 lið hava meldað til, frá Støkk, Flog, HF og Ljósinum.
og tað fegnast vit um.
 
Kappingin byrjar kl. 13.00 við pinkum, smágentum og gentum. Síðani verður ein steðgur har í heiðurmerkjahandan verður.
Síðani heldur kappingin fram við kvinnuunglingum og kvinnum.
 
Væntandi verður kappingin liðug kl. 17.30
Verið vælkomin at njóta okkara estetisku íðkarar saman við okkum :o)
 

1-10 of 75