1.Steypakapping í amboðsfimleiki verður 6 og 7.februar 2016 í Fimi. 2.steypakapping í amboðsfimleiki verður 27 og 28.februar 2016 í Bylgjuni. Bólkarnir í skulu kappast eru: Pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Piltar, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn. Hetta er fysrstuferð at pinkur og piltar kunnu kappast til steypakappingarnar og eru vit í FFS sera glað fyri, at tey eisini sleppa at royna seg til steypakappingarnar. Amboðini til 1.steypakapping eru: Kvinnusíðan: F.barr og Lop Mannfólkasíðan: Gólv, P.barr og rekk Amboðini til 2.steypakapping eru: Kvinnusíðan: Biti og Gólv Mannfólkasíðan: Beinsveiggj, Ringar og Lop Skráin fyri 1.steypakapping er hendan: leygardagin tann.06.feb: Kl:11.00: 1.steypakapping fyri piltar og pinkur level 1 og 2 + level 3 og 4 Kl:15.00: 1.steypakapping fyri smágentir og smádreingir Sunnudagin tann.07.februar: Kl.13.00: 1. Steypakapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansuunglingar og menn Kl.16.00: 1. steypakapping fyri gentir Skráin fyri 2.steypakapping er hendan: leygardagin tann.27.feb: Kl:11.00: 1.steypakapping fyri piltar og pinkur level 1 og 2 + level 3 og 4 Kl:15.00: 1.steypakapping fyri smágentir og smádreingir Sunnudagin tann.28.februar: Kl.13.00: 1. Steypakapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansuunglingar og menn Kl.16.00: 1. steypakapping fyri gentir |
Tíðindir >