Kvinninar hjá Havnar Fimleikafelag, sum gjørdust føroyameistarar í estetiskum fimleiki í ár, vunnu luttøkuð til HM, sum verður í Lahti í Finlandi hetta vikuskiftið. 26 lið verða við í kappingini: Føroyar, Danmark, Finland, Estland, Japan, Latvia, Ruslan, Spania, Suður-Afrika, Tjekkia, Canada, Bulgaria, Belarus og Eysturríki. Kappingin um fyrsta plássið hevur áður verið sera hørð ímillum Finland, Rusland og Bulgaria, so spennandi verður hvussu verður ár. Ynski hjá Føroyum er, at koma í finaluna. Innleiðandi verður fríggjadagin og finalan verður leygardagin. Kappingin verður streamað á niðanfyri nevndu heimasíðu: http://areena.yle.i/tv og úrslitini verða løgd á heimasíðuna. Fimleikasambandið ynskir kvinnunum hjá Havnar Fimleikafelag góða eydnu :o) |
Tíðindir >