FIG kappingin í gjár gekk avbera væl. Menninir byrjaðu kl 10
lokala tíð. Teir kappaðust í 6 amboðum, gólv, beinsveiggj, ringar, lop yvir
hest, parralell barr og rekk. Tað gekk heilt væl hjá okkara landsliðsmonnum.
Teir megnaðu at vinna heili 7 heiðursmerki. 2 gull, 3 silvur og 2 bronsu. Øssur
Debess Eiriksfoss vann gull í lopi, silvur í ringum, silvur í paralellari barr og
somuleiðis silvur í rekk. Bogi Berg vann bronsu í ringum og bronsu lopi.
Landsliðsvenjarin Valery Savins stillaði upp í ringum og vann hann gull. Eingin
av okkara monnum megnaðu nakað heiðursmerki samanlagt.
Kappingin hjá kvinnunum gekk eisini væl. Hóast sera harða mótstøðu frá Isle of Man og Bermuda, kláraðu okkara landsliðskvinnur seg sera væl. Tað rakk tó ikki til nakað heiðursmerki, hóast tað var sera tætt við. Eydna Danielsen lá 0,12 stig aftanfyri nr. 3 og bleiv sostatt nr 5, har vóru bert marginalar á muni. Fleiri av hinum kvinnunum megnaðu eitt 9, 10 pláss í ymiskum greinum. Har vóru alt í alt 36 íðkarir. Sum heild ein sera góður dagur. |
Tíðindir >