Tíðindi‎ > ‎

2. steypakapping í amboðsfimleiki

indsendt 16. feb. 2017 06.25 af Harald Joensen

2.steypakapping í amboðsfimleiki verður leygardagin 25.februar 2017 í Fimi í Havn.

Til 2.steypakapping koma pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, piltar, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn at kappast og íðkarirnir koma úr Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk

Amboðini í kappast verður í til 2.steypakapping eru:

Kvinnusíðan: Bita og gólv

Mannfólkasíðan: lop, ringar og beinsveiggj.


Skráin til kappingina 25.02.2017 : (Broytingar kunnu koma fyri)

klokkan

Amboðshøll

09.00 – 11.30

Kapping fyri: Kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.

Kl.12.00 – 14.30

Kapping fyri: Pinkur og piltar.

Kl.15.00 – 17.30

Kapping fyri: Smágentir, gentir og smádreingir.


1.Steypakapping var 4 & 5.februar í Bylgjuni í Runavík.

Comments