Tíðindi‎ > ‎

2. Steypakapping í Estetiskum fimleiki

indsendt 12. mar. 2014 14.42 af Ukendt bruger   [ opdateret 12. mar. 2014 15.06 ]
Komandi leygardag 15. mars verður 2. steypakapping í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Kl. 13. byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur, og uml. kl. 16 byrjar kappingin hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Hesaferð verða 27 lið við til kappingina: Flog 4 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 6 lið og HF 10 lið.

Úrslitið frá 1. steypakapping verður lagt saman við úrslitinum frá hesari kappingini, og liðið, sum fær besta samanlagda úrslit, gerst steypavinnari.

Kostnaður fyri vaksin 100 kr. og børn (2-17 ár) 20 kr.

Føroya Fimleikasamband ynskir øllum góða eydnu.
Comments