Tíðindi‎ > ‎

Aðalfundur FFS

indsendt 28. aug. 2016 06.39 af Katrin Abrahamsen

Fráboðað verður, at ársaðalfundurin hjá Føroya Fimleikasambandi verður

týsdagin 30. august 2016 kl. 18 í ÍSF húsinum.
Skrá:
Val av orðstýrara
Formansfrágreiðing
Framløga av roknskapinum
Innkomin mál (eingi eru komin)
Nevndarval: Harald Joensen stendur fyri vali, og vil hann fegin stilla uppaftur.
Sum tit øll allarhelst vita, hava vit verið undirmannað í longri tíð. Tí hava vit verið úti um okkum og leita eftir fólki, og hava vit hesi í uppskoti:
Guðrun Guðjónsson til estetiskan samskipara,
Gunn Reginsdóttir Joensen til Breidd, Fagna og Galla
Ari Zakarisson til at hjálpa Haraldi á Amboðssíðuni.
Vit hava valt at hava kassameistara uttanfyri nevndina, og tað er Ann Andreassen.
Um onnur uppskot eru til hesar postar, eru tey vælkomin og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1 vika áðrenn fundin. Afturat hesum manglar okkum 2 eykalimir. 
Ymiskt
Ábit verður.
Vinarliga boða frá seinast fríggjadagin 26. august kl. 18, hvussu nógv koma frá tykkara felag á mail katrin@fimleikur.fo ella tlf. 225656
Comments