Tíðindi‎ > ‎

Amboðsfimleikarar til NEC í Ìralndi

indsendt 18. sep. 2015 17.19 af Harald Joensen   [ opdateret 18. sep. 2015 17.20 ]

Fríggjamorgunin fóru 5 av okkara bestu fimleikarum til Ìrland at luttaka á Northern European

Championships (NEC) í amboðsfimleiki.

Fimleikararnir eru: Elsbet Dalbø, Lív B. Àrting , Anita S. Davidsen, Hjálmar A. Dalsgarð og Aron Jacobsen.

Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og hjá gentinum Alida Savina.

Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru millum teir heimsbestu og tí verður tað sera

spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg til kappingina. Kappingin verður

leygardagin 19.sep og finalurnar vera sunnudagin 20.sep.

Men tað eru ikki bert fimleikarar sum eru farnir við, vit hava tveir dómarar við til

kappingina og teir eru Anna Margit Thomsen og Eyvind A. Hansen.

Og við frá Føroya Fimleikasamband og ferðaleiðari er Harald Joensen, sum hevur ábyrdina av amboðssíðuni í Føroyum.

Ferðaliðið er aftur í Føroyum mánakvøldið.

Vit í FFS ynskja íðkarinum og dómarinum góðan eydnu til kappingina :)


Comments