Arnfríð altjóða dómari

indsendt 19. maj 2018 17.53 af Gunn R. Joensen
Í dag hevur Føroyar fingið sín 3 altjóða dómara í estetiskum fimleiki.

Arnfríð Poulsen hevur staðið level 3 á dómaraskeiðnum, og hevur nú prógv at døma allar altjóða kappingar.

Tá føroysku liðini luttaka til altjóða kappingar verður eisini kravt, at tey hava ein føroyskan dómara við.

Hetta er sera gleðiligt fyri FFS.

Vit ynskja Arnfríð hjartaliga tillukku.



Mánadagin 21.mai verður finalan i FM 2018 í høllini á Hálsi.
12 dómarar døma kappingina, 5 føroyskir dómarar og 7 útlendskir.

Kappingin verður víst beinleiðis í sjónvarpinum.




Comments