Í gjárskvøldið kl 23 føroyska tíð vóru oyggjaleikir 2013 settir í Hamilton á Bermuda. Vatn er tað, ið bindir oyggjarnar saman, og skuldi yngsti luttakarin úr hvørjum oyggjasamfelagi bera vatn frá sínum landi og oysa hettar vatn niður í ein bát. Hjá føroyingum var tað okkara 14 ára gamli fimleikari Aron Jacobsen, ið bar vatn fyri Føroyar. Hettar var ein stór æra fyri Aron og føroyskan fimleik. |
Tíðindir >