Askur Holm Magnason vann gull í lopi yvir hest og gjørdist sostatt Danmarksmeistari. Fyri lopið fekk hann 14,3, sum var heili 0,9 hægri enn tað hjá silvurvinnaranum. Askur stóð seg eisini væl í øðrum amboðum, vann bronsu í beinsveiggi og var einans 0,3 stig frá bronsuni á gólvi. Í "special-element", sum er nýggj kappingargrein hjá ungum fimleikarum vann hann bronsu. Askur venjur dagliga á liðið hjá Havnar Fimleikafelag, og er partur av landsliðnum.
Føroya Fimleikasamband ynskir Aski hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum og bestu eyðnu framyvir. |
Tíðindir >