B-kapping , fyri pinkur og piltar í amboðsfimleiki, verður tann 26 -27. apríl
2014 í FIMI, saman við FM-yngri, fyri pinkur, smágentur, gentur, piltar og
smádreingir.
Kappast verður í øllum amboðum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á
mannfólkasíðuni.
Fyrra dagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt,
sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa
víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar
í B-kappingini og FM-yngri í hvørjum amboðið sær.
Tey, ið koma víðari frá kappingini fyrra dagin, møta aftur til kappingina seinna
dagin.
Skráin fyri kappingarnar eru hesar:
Skrá fyri leygardagin
tann. 26.apríl
Kl. 07.50 – 08.50 Felags upphiting fyri fimleikarar til
B-kappingina
Kl. 09.00 B-kapping
Kl. 13.20 – 14.20 Felags upphiting fyri fimleikarar til
FM-yngri
Kl. 14.30 FM-yngri
Skrá fyri sunnudagin
tann. 27.apríl
Kl. 07.50 – 08.50 Felags
upphiting fyri fimleikarar, ið hava kvalifiserað seg til amboðskappingina í
B-kappingini
Kl. 09.00 Amboðskapping fyri B-bólkin
Kl. 13.20 – 14.20 Felags upphiting fyri fimleikarar, ið
hava kvalifiserað seg til FM-yngri
Kl. 14.30 Amboðskapping fyri FM-yngri