Tað var sera spennandi á Jersey í dag.
Í dag var liðkappingin á skránni.
Kappingin gekk sera væl hjá okkara fimleikarum, men eingi úrslit vóru klár áðrenn útmarch. Tað endaði við at Føroyar vann gull í liðkappingini hjá bæði kvinnum og monnum. Føroyar hevur ongantíð vunnið gull fyrr í liðkapping. Á liðnum hjá monnunum vóru Fróði Mortensen, Øssur D. Eiriksfoss, Rósing Dam, Jóni B. Christiansen og Olivur D. Eiriksfoss. Á liðnum hjá kvinnunum vóru Fríðhild Norðgerð, Kristina Toftegaard, Anita S. Davidsen, Eydna Danielsen, Katrin Wardum og Herdis Thomsen. |
Tíðindir >