Tíðindi‎ > ‎

Høvuðsstular: Landskassa ítróttarstuðul, Tórshavnar Kommuna og Bakkafrost.

indsendt 17. maj 2015 15.52 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 19. maj 2015 16.05 ]
høllin á Hálsi
Nógv verður gjørt burturúr til HM í estetiskum fimleiki, sum tit síggja her, so verður høllin á Hálsi, sum verður karmur um kappingarnar, gjørd klár, hon verður ikki til at kenna aftur. Høllin skal verða liðug nú til FM, sum verður síst í mai. Fyrireikingarnar hava fylt nógv nú í meiri enn 2 ár. Til slíkt tiltak skal eisini nógvur peningur til og var Landskassa ítróttarstuðulin kærkomin, somuleiðis stuðulin frá Tórshavnar Kommunu og Bakkafrosti, eins og stuðul frá Tryggingarfelagnum Føroyar, BankNordik, Trygd og Eik, og annar stuðul frá PM, FaroeWater, Damfar, MBM og Landshandlinum kærkomin. Fimleikahøllin Fimi verður venjingarhøll hjá nærum 480 íðkarum, 23 kvinnulið og 21 unglingalið, sum koma úr 13 londum, og Dansifrøðið skal hýsa øllum íðkarunum til matna.

Comments