Tíðindi‎ > ‎

Besta úrslitið nakrantíð

indsendt 28. nov. 2013 06.59 af Harald Joensen

Myndin: á myndini síggja vit Øssur D. Eiriksfoss og Boga Berg saman við venjarinum Valery Savins.


Til NEC (Northern European Championships) í Norður Ìrlandi finguð Føroyar bestu úrslitini nakrantíð. Hetta tí, at Bogi Berg og Øssur D. Eiriksfoss komu víðari til finaluna í lop yvir hest. Ì finaluni fekk Bogi eitt flott 6.pláss meðan Øssur fekk eina silvur. Hetta eru vit í Fimleikasambandinum sera stolt yvir og helst eisini allir føroyingar. Vit eru eisini sera væl nøgd við úrslitinum og arbeiðinum hjá hinum íðkarinum sum vóru við.

Dómarirnir hjá okkum gjørdu eisini eitt sera gott arbeiðið til kappingarnar baði leygardagin og til finalurnar sunnudagin.

Næsta ár verður kappingin í Danmark og gleða vit okkum longu til at fara avstað. Møguliga skulu Føroyar hava kappingina í 2017.


Vit í Fimleikasambandinum ynskja øllum hjartaliga til lukku við flottu úrslitinum 

Comments