B-kapping , fyri piltar og pinkur í amboðsfimleiki, verður tann 02 -03. apríl 2016 í Bylgjuni í Runavík. Kappast verður í øllum amboðum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni. 23 pinkur og 9 piltar eru tilmelda til kappingina. Fyrra dagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í B-kappingini í hvørjum amboðið sær. Tey, ið koma víðari frá kappingini fyrra dagin, møta aftur til kappingina seinna dagin. Skrá fyri leygardagin tann. 02.apríl (broytingar kunnu koma fyri) Kl. 13.00 B-kapping Skrá fyri sunnudagin tann. 03.apríl (broytingar kunnu koma fyri) Kl. 13.30 Amboðskapping fyri B-bólkin |
Tíðindir >