Tíðindi‎ > ‎

Bogi Berg luttók til Universiade 2017 í Tapai, Taiwan

indsendt 2. okt. 2017 06.47 af Gunn R. Joensen

Bogi Berg luttók til Universiade 2017 í Tapai, Taiwan.
Her er ein ferðafrágreiðing frá hansara fantastisku uppliving.


Í august í ár fekk eg møguleikan, at umboða tað danska universitetslandsliðið til Universiade 2017 í Taipei, Taiwan. Universiadan er OL fyri lesandi, uml. 10.000 luttaka úr øllum heiminum. Nærum allar olympisku ítróttargreinarnar eru umboaðar, og har í millum var sjálvandi amboðsfimleikur.


Rammurnar um leikirnir vóru nógv betri og størri, enn eg hevði væntað. Eg hevði ímyndað mær, einar oyggjaleika-líknandi leikir, bara við eitt sindur fleiri íðkarum. Longu á flogvøllinum í Taiwan sóu vit, hvussu nógv hjálparfólk vóru at hjálpa okkum, at koma trygt fram til Atlet-býin. Vit fingu okkara egna buss, og vórðu eskorteraði av einum løgreglubili. Komin til Atlet-býin skuldu vit bíða leingi, tí trupulleikar vóru við okkara akkreditering. Vit kundu ongastaðni fara, tí uttan akkrediteringskort slapp ein ikki inn nakrastaðni. Tá vit høvdu fingið okkara akkreditering fóru vit til ein annan part av atlet-býnum, har vit skuldu búgva. Her skuldu vit ígjøgnum eitt trygdareftirlit, eins og man skal áðrenn man skal umborð á eitt flogfar. Hetta trygdareftirlitið skuldu vit ígjøgnum hvørja ferð vit skuldu inn í atlet-býin.


Tá vit komu inn í atlet-býin sóu vit einar 12-14 stórar og nýggjar bygningar, og tað var trupult at skilja, at vit skuldu búgva her. Bygningarnir vóru allir bygdir til Universiaduna, og vit skuldu búgva í 18. Hædd. Íbúðirnar vóru stórar, men rættiliga tómar, av tí at tey einans høvdu givið okkum teir møblarnir, sum vit beinleiðis høvdu brúk fyri – eina song og eitt borð. Ein køkur var eisini, men hann skuldu vit ikki nýta, tí vit høvdu atgongd til matteltið, sum var opið frá kl. 05 um morgunin til kl. 02 um náttina. Í matteltinum vóru alskyns heitir og kaldir rættir úr øllum heiminum, so har var ríkiligt at velja í. Tó smakkaði man væl at hetta var “massaproduseraður” matur, tí alt smakkaði av tí sama, og kvaliteturin var til tíðir ivasamur. Men ein gjørdist mettur, tí har vóru altíð onkrir rættir, sum man kundi lýta á (pitsa úr Italienska básinum plagdi at tryggja, at man bleiv mettur og væl settur).


Á gøtunum blivu vit móttikin sum heimsstjørnur, og fólk komu í heilum yvir, og vildu taka myndir saman við okkum. Hetta var ein stuttlig og ørvísi uppliving, men tíbetur var ein bara heimsstjørna í eitt avmarkað tíðarskeið, tí tað var ikki líka spennadi og stuttligt aftaná dagsins mynd nr. 50. Ein fekk tó smílið fram til hvørja mynd, tí tey lokalu, og serliga tey ungu, blivu ovurfegin hvørja ferð tey sloppu at taka eina mynd, og tað var stuttligt, at geva teimum eina gleðiliga uppliving eisini.


Vit vandu hvønn dag fram til kappingina, og summar dagar vandu vit tvær ferðir. Fimm upphitingarhallir vóru, 2 til kvinnur og 3 til menn, og hallirnar høvdu øll amboðini. Tað vóru 5 gólv og 5 hestar, sum einans vóru til upphiting. Amboðini vóru av slagnum Tai-Shi, sum vísti seg at vera eitt kopiprodukt av bæði Spieth og Gymnova, men kvaliteturin var góður. Gólvið var sera undarligt at leypa á í byrjanini, men aftaná eina venjing hevði ein lært tað at kenna og visti, hvussu ein skuldi temja tað.


Aftaná 5 dagar í Taipei kom kappingardagurin endiliga. Okkara kapping var tann fyrsta av øllum til leikirnar, og kappingin lá so mikið tíðliga, at vit kappaðust áðrenn leikirnir blivu settir. 
Kappingin gekk fínasta slag fyri mítt viðkomandi. Vit byrjaðu í lop yvir hest, og her skuldi eg eftir ætlan gera strekta tsukahara við 1,5 skrúvu, og strekt yvirslag við 0,5 skrúvu. Til upphitingarlopið, beint áðrenn kappingina, bleiv eg “vekk” í luftini í mínari tsukahara, og hetta gjørdi, at eg bleiv eitt sindur meira nervøs enn eg burdi verið. Tá eg so skuldi gera tsukahara til kappingina, var eg rættiliga varin, so eg krepti beinini eitt sindur ov nógv, og fekk tí lopið viðurkent sum krept heldur enn strekt, og eg misti sostatt 1,2 stig av mínum útgangskarakteri. Hetta kostaði dýrt, hóast lopið var væl útført. Seinna lopið, sum var yvirslagið, eydnaðist tíbetur væl, og eg endaði tí á einum nøktandi karakteri – hóast eg saktans hevði kunna gjørt tað betur. 
Á gólvinum gekk íðkanin hjá mær heilt væl, og eg gjøgnumførdi íðkanina uttan størri feilir. Tó vóru sera nógvir smáir feilir og óneyðug fet, og hetta kostaði rættiliga dýrt í míni útførslu. Heilt galið var tað tó ikki, tí eg bleiv hóast tað tann besti í danska hópinum á gólvinum.


Tað var feitt, at kappast á altjóða støði og fáa møguleikan at royna seg til eina FIG-góðkenda kapping. At kappast í reyðum og hvítum við Dannebrog á bringuni var ein onnur kensla enn tann eg fái, tá Merkið prýður kappingarbúnan, men hóast tað, so var upplivingin heilt fantastisk. Í danska ferðalagnum vóru við uml. 60 luttakarar, og samanhaldið millum íðkararnar var sera gott, og nógv nýggj vinarbond blivu knýtt.



Tað er spell, at Universiadan er so ókend í Føroyum, og mær vitandi eri eg tann fyrsti føroyingurin, sum hevur luttikið í hesum tiltakinum. Óivað eru fleiri føroysk universitetslesandi, sum kunnu kvalificera seg til Universiaduna, og eg vil viðmæla øllum, sum hava møguleikan, at royna at sleppa við til hetta ovurstóra tiltakið. Hetta var av álvara ein uppliving fyri lívið.



Comments