Tíðindi‎ > ‎

Bruttolandslið í amboðsfimleiki

indsendt 30. jan. 2011 13.39 af Ukendt bruger   [ opdateret 6. feb. 2011 12.39 ]

Í dag hevur úttøkan til bruttolandslið í amboðsfimleiki á kvinnusíðuni verið í FIMI.
Av tí hendan úttøkan hevði til endamál at fáa luttakarar til oyggjaleikir varð aldursmarkið sett til 13 ár og eldri og fimleikararnir skuldu gera eina seriu eftir FIG reglunum á øllum amboðunum, tvs. lop, forskotin barr, biti og gólv.  
Tað vóru 17 fimleikarar, sum møttu upp til úttøkuna.
Landsliðvenjarin Alida Savina dømdi allar fimleikararnar á øllum amboðunum og tær sum høvdu klára seg best á øllum amboðunum vóru úttikin.
Tær 10, sum vóru úttiknar til bruttolandslið í amboðsfimleiki vóru:

 

Kristina Toftegaard, HF

Fríðhild Norðgerð, HF

Katrin S. Wardum, HF

Anita S. Davidsen, Støkk

Eydna Danielsen, HF

Herdis Thomsen, HF

Eyðvør Wenningsted Samuelsen, Ljósið

Bára Herolvsdóttir Persson, HF

Durita S. Davidsen, Støkk

Bjarta Jansdóttir, HF

Birita Poulsen, HF

Annika B. Hansen, Støkk

 

Hetta bruttolandslið kemur at venja nakrar ferðir um mánaðin og kemur at luttaka á ymiskum kappingum uttanlanda.

Tær 5 sum kláraðu seg best í dag skulu luttaka á oyggjaleikum á Jersey í juli 2011.

 

Tær vóru:

Kristina Toftegaard, HF

Fríðhild Norðgerð, HF

Katrin S. Wardum, HF

Anita S. Davidsen, Støkk

Eydna Danielsen, HF

 

Vinarliga

Malan Mikkelsen

Comments