Í samband við 1. steypakappingina í amboðsfimleiki, sum verður í FIMI tann 22. jan verður eitt dómaraskeið á kvinnusíðuni. Kvinnusíðan skal kappast á bitanum og tí verður eitt dómaraskeið fyri bitan hóskvøldið tann 13. jan. 2011, kl. 18-21 í FIMI - amboðshøllin Skeiðhaldari verður Alida Savina frá HF Dómaraskeiðið er ætlað dómarum og venjarum av liðum, sum skulu til steypakappingina. Onnur eru eisini vælkomin at vera við, men tíð verður ikki brúkt uppá at greiða frá allari reglugerðini. Skeiðlutakarirnir skulu kenna til reglugerðina. Reglugerðin er á finna á www.fimleikur.fo/amboðsfimleikur/galdandi reglugerðir Tilmeldingar skulu sendast til mín í seinasta lagi mánadagin 10.01.2011 Vegna FFS Malan Mikkelsen |
Tíðindir >