Hetta vikuskiftið er dómaraskeið á kvinnusíðuni í amboð, frá fríggjakvøldinum til sunnukvøldið. Skeiðsleiðarar eru Anna Margit D. Thomsen og Vár B. Árting. Skeiðið umfatar E-døming á øllum aboðum, og í høvusheitinum um "Code of Points"; umframt kunning um D-døming linju- og tíðsdøming. Undirvíst verður í øllum amboðum, umframt praktiskari venjing áftan á hvørt amboð. Sunnudagin er praktisk roynd í E-døming í lopi, barr, bita og gólvi. Harumfram ein roynd í teori við 50 spurningum. 13 hava meldað seg til skeiðið, men tað er ikki eitt krav, at allar skulu upp til royndina. Hesar 7 eru nú glaðar, at tær tóku royndina, og kláraðu hana. FFS fegnast, og ynskir teimum hjartaliga tillukku :o) |
Tíðindir >