Tíðindi‎ > ‎

Ein dagur til HM í estetiskum fimleiki

indsendt 5. jun. 2015 08.27 af Ukendt bruger
So er niðurteljingin til HM í estetiskum fimleiki av álvara byrjað, og í gjár vóru øll liðini komin til landið í allar fagrasta veðrið. Tilsamans 44 lið úr 13 londum verða við í HM-kappingini.

Í morgin kl. 13.00 byrjar innleiðandi kappingin í høllini á Hálsi og sunnudagin kl. 14.00 er finalan.

Atgongumerkir hava verið til sølu á fimleikur.fo og billetnet.dk í farnu vikuna, og áhugin hevur verið sera stórur, tí alt er útselt.

Pláss er fyri 1.130 áskoðarum í høllini á Hálsi. Høllin varð roynd í sambandi við FM farna vikuskifti og riggaði sera væl.

HM-kappingin í estetiskum fimleiki er størsta kappingin, sum eitt einstakt sersamband undir ÍSF hevur skipað fyri í Føroyum.

Sum ítróttatiltak er kappingin næststørsta tiltakið eftir oyggjaleikirnar í 1989. Fyrireikingarnar hava verið nógvar og drúgvar, men nú er alt komið undir land.
Comments