Tíðindi‎ > ‎

Elsa Maria Bærentsen verður hjálparvenjari hjá landsliðnum í estetiskum fimleiki

indsendt 5. mar. 2011 14.20 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 6. mar. 2011 09.46 af Ukendt bruger ]
ENDELIGA :o) 
 
Fimleikasambandið hevur gjørt avtalu við Elsu Mariu Bærentsen. Vit eru sera fegin um avtaluna  og meta, at hetta var besta avtala, sum vit kundu fáa. Elsa Maria Bærentsen undirvísir í ballet v.m. og hetta er eitt av fokus økinum, sum hjálparvenjarin skal venja landsliðið í estetiskum fimleiki.
Fimleikasambandið hevði eina venjingarlegu fyrst í oktober á Eiði, har skeiðsleiðarar úr Ruslandi vóru heima, tað vóru eisini tær sum tóku truppin út. Ein av teimum Olga Ponikarova gjørdi Fimleikasambandið avtalu við, at hjálpa okkum við landsliðnum. Hon skal taka sær seriuni, og fylgja við hvussu fimleikaranar menna seg, eisini verður tað hon sum skal taka liðið út sum skal luttakað til heimsmeistara kappingina, sum verður í Týsklandi 2012. Okkara fimleikarar eru sum so væl fyri, og vit hava víst áræði og hava viljan at førka okkum til at verða ímillum 10 tey bestu liðini. Men vit mangla í stóran mun ballet, betri smydleika og betri fysiska konditión. Hetta er ein uppgávuni sum Elsa Maria Bærentsen skal taka sær av. Væntandi verður byrjað fyrst í apríl. 
 
Fyrstu ferð vit luttóku í heimsmeistarakappingini í estetiskum fimleiki var í Greve 2005, og hava síðani luttikið á hvørjum ári.
 
Comments