Í morgin 16.07 kl 9.00 fer manslandsliðið hjá okkum í eldin
aftur. Menninir vunnu gull í liðkappingini mánadagin, og er hetta sjálvandi
gott at hava við til kappingina í morgin. Kappingin verður avgjørt sera
spennandi, av tí at menninir frá Isle og Man góðu okkara monnum sera stóra
mótstøðu til liðkappingina. Í morgin verður kappast í FIG reglugerðini og her
eru okkara men sera sterkir í nærum øllum amboðum og vóna vit, at tað kann geva
góð úrslit. Kappingin byrjar kl 9.00 og er sett til at vera liðug um 13.
tíðina.
Kappingin hjá kvinnunum byrjar klokkan 15.30. Her verður eisini sera spennandi at síggja hvussu leikur fer fram. Kvinnurnar hjá okkum vunnu bronsu til liðkappingina mánadagin aftanfyri Isle of Man og Bermuda. Hesar báðar oyggjar eru sera sterkar, men sleppa tær ikki uttan kapping frá kvinnunum hjá okkum, ið eru sera uppsettar til dagin í morgin. Kappingin byrjar kl 15.30 og er sett til at enda um 20 tíðina. Viðmerkjast skal, at tíðspunktini eru lokala tíð. Føroyar er 4 tímar frammanfyri Bermuda. Vit í Føroya Fimleikasambandi ynskja øllum okkara
fimleikarum góða eydnu til kappingina í morgin.
|
Tíðindir >