Tíðindi‎ > ‎

Fimleikafagnaðurin 2013

indsendt 16. okt. 2013 00.56 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 28. okt. 2013 08.54 af Harald Joensen ]
Fimleikafagnaðurin verður leygardagin og sunnudagin 2.nov og 3.nov. í Norðurlandahúsinum. Evni í ár er, 13.

Í Fimleikafagnaðinum hava fimleikafeløgini høvi at lýsa eitt evni við fimleiki, rørslu, ljósi og ljóði við allari breiddini. Loyvi er at hava 100 luttakarar í part. 
 
Framførslurnar verða leygarkvøldið kl. 18.00, sunnudagin kl. 15.00 og kl. 18.00
Kostnaður 150 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn (13 ár og yngri).
framførslan sunnudagin kl. 18.00 kostar 150 kr fyri øll.
Atgongumerkir kunnu keypast á www.nlh.fo
Comments