Tíðindir‎ > ‎

Fimleikafelagið Ljósið góð úrslit til FM

indsendt 27. maj 2018 14.43 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 29. maj 2018 12.28 ]




Við stúgvandi fullari høll, við sera flottum karmum, og góðum og lívligum áskoðarum,  kappaðust 5 bólkar við avbera vøkrum fimleikarum av blíva FøroyaMeistarar í estetiskum fimleiki. Til kappingina hevði FFS fingið 12 dómarar, harav 7 vóru úr útlandinum. Tað vóru sera spennandi kappingar, og var tað Fimleikafelagið Ljósið sum vann flest. HF Mira vann kappingina hjá Pinkum, Ljósið Vela vann kappingina hjá Smágentum, Ljósið Lyra vann kappingina hjá Gentum, HF Eina vann kappingina hjá Kvinnu unglingum og Ljósið Hydra vann kappingina hjá Kvinnum. Kappingin bleiv send beinleiðis í KVF og eru eftirmetingarnar sera góðar frá kappingini. 

Føroya Fimleikasamband takkar Havnar Fimleikafelag sum vóru hjálparfólk, og KVF fyri teirra leiklut. 

Úrslitini frá FM kappingin eru viðfest niðanfyri her. 


Ĉ
Katrin Abrahamsen,
27. maj 2018 14.43
Comments