Tíðindi‎ > ‎

Fimleikagalla 2014

indsendt 1. jun. 2014 15.37 af Ukendt bruger   [ opdateret 1. jun. 2014 15.39 ]
Gallaveitslur hava verið ein fastur táttur hjá flest øllum føroyskum ítróttarfeløgum tey seinastu árini. Tó, at fimleikur er ein tann størsta ítróttargreinin í Føroyum, hevur einki galla verið, sum heiðrar teimum í fimleika umhvørvinum. Kappingarfimleikurin hevur ment seg nógv, og lið og einstaklingar luttaka í kappingum bæði í Føroyum og útlondum; eitt nú luttóku tvey lið hjá Havnar Fimleikafelag í HM 2014 í Moskva og amboðs landsliðið hevur luttikið til NM í Svøríki og NEC í Írlandi í ár.


Fyri at heiðra fimleikarunum verður fyrsta gallaveitslan fyriskipað fyri teimum eldru amboðs og estetisku íðkarunum úr fimleikafeløgunum Flog, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar fimleikafelag,  Ljósinum og Støkk. 


Tað er fimleikasambandið og ein arbeiðsbólkur, sum hevur tikið stig til tiltakið, fyri at heiðra okkara dugnaligu íðkarum, venjarum, samskiparum, dómarum og nevndum, sum geva alla teirra tíð og orku til fimleikin í Føroyum.


Tilnevningarnar eru:

Ársins seria, ársins drakt, ársins estetiska lið, ársins amboðsvenjari, ársins estetiski venjari, ársins amboðs dómari, ársins estetiski dómari, ársins amboðsíðkari, ársins element og ársins slóðbrótari.


Ársins stjørnuskot verður kosið í hvørjum felagið, bæði í amboð og estetiskum fimleiki.


Fimleikagalla 2014 verður leygardagin 21. juni fyri innboðnum, íðkarum, venjarum, dómarum, samskiparum og nevndum.

Comments