Tíðindi‎ > ‎

Fimleikagalla 2016

indsendt 28. mar. 2016 12.26 af Harald Joensen   [ opdateret 28. mar. 2016 12.59 ]

Fimleikagalla 2016 verður leygardagin 4.juni 2016 í Dansifrøi, so tað er at seta X í kalendaran.


Endamálið við gallaveitsluni er at heiðra fimleikinum. Í tí sambandi verða heiðurslønir latnar til tey, sum á sín hátt hava skarað framúr ígjøgnum fimleiakaraárið 2015/16.

Fimleikagalla er fyri úrvalsíðkarum, venjarum í amboðsfimleiki og estetiskum fimleiki frá gentum og dreingum og uppeftir, samskiparum, nevndarlimun, dómarum, heiðurslimun og øðrum innbodnum í fimleikafeløgnum í Føroyum.

Á amboðssíðuni verða handanir latnar til ársins fimleikara, ársins venjara, ársins stjørnuskot og ársins dómara. Hesar handanir verða latnar bæði til mannfólka- og kvinnusíðuna.

Á estetisku síðuni verða handanir til tað liðið við bestu seriu, tað liðið við vakrastu drakt, til ársins venjara/venjarapar, til ársins stjørnuskot og til ársins dómara.

Tilmeldingin til fimleikagalla 2016 byrjar í apríl 2016. Nærri kunning um tilmeldingina kemur seinni.


Comments