Ì morgin fara 7 av okkara bestu fimleikarum til Norður Ìrland at luttaka á Northern European Championships (NEC) í amboðsfimleiki. Fimleikararnir eru: Øssur D. Eiriksfoss, Olivur D. Eiriksfoss, Ari Sakarisson, Bogi Berg, Katrin Wardum, Annika B. Hansen og Anita S. Davidsen. Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og hjá gentinum Alida Savina. Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru millum teir heimsbestu og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg. Kappingin verður leygardagin og finalurnar vera sunnudagin Men tað eru ikki bert fimleikarar sum fara við, vit hava ikki minni enn tríggjar dómarar við til kappingina og teir eru Eyvind Akraberg Hansen, Pól Espern H. Hansen og Heini í Dali.Og við frá FFS er Harald Joensen Vit í FFS ynskja teimun góða eydnu til kappingina |
Tíðindir >