Á myndini eru: Valery, Ari, Bogi, Vár, Katrin og Alida. Myndin er tikin av: Harald Fimleikararnir eru: Ari Sakarisson, Bogi Berg, Katrin Wardum og Vár B. Árting. Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og hjá gentinum Alida Savina. Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru millum teir heimsbestu og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg. Kappingin verður leygardagin og finalurnar vera sunnudagin Men tað eru ikki bert fimleikarar sum fara við, vit hava ikki minni enn fýra dómarar við til kappingina og teir eru Anna Margit Thomsen, Elinborg T. Durhuus, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali Og við frá FFS er Harald Joensen Vit í FFS ynskja teimun góða eydnu til kappingina |
Tíðindir >