Hetta er ein sólskinsøga, tí hetta er ikki hent áður, at Føroyar hava kvalifiserað seg finalupláss í fimleiki. Vit eru sera stólt av avrikinum hjá Øssuri og ynskja honum hjartaliga tillukku og góða eydnu í finalini í morgin. NM verður hildið hetta vikuskiftið í GREVE, og verður finalan í morgin kl. 11.00 danska tíð. Við á landsliðnum eru umframt Øssur Eiriksfoss, bróðirin Olivur Eiriksfoss, Bogi Berg, Katrin Wardum, Anita S.Davidsen og Fríðhild Norðgerð. Úrslitini frá kappingini eru niðanfyri. |
Tíðindir >