Tíðindi‎ > ‎

Finalupláss til Føroyar i NM í amboðsfimleiki

indsendt 7. maj 2016 16.32 af Harald Joensen

Fríggjadagin fóru seks amboðsfimleikarir til norðurlandska meistaraskapi í amboðsfimleiki í Íslandi.

Kappingin hevur verið í dag og kann bara sigast, at hon hevur hilnast sera væl, ja vit kunnu við stoltleika siga, at hetta er besta úrslitið Føroyar hava fingið til eina norðurlendska meistarakapping í amboðsfimleiki.


Bogi Berg bleiv nr.5 í lop og er tí víðari til finaluna í morgin, meðan Rani bleiv nr.9 og Aron nr.10 í lop yvir hest.

Í all-around kappingini bleiv Aron nr.15, Rani nr.20 og Bogi nr.27 av 28 íðkarum. Hetta er eitt av bestu úrslitinum í eini all-around kapping hjá føroysku dreingunum.

Hjá gentunum vóru eisini sera góð úrslit at vísa á, Lív bleiv nr.10 í lop yvir hest og er hetta eitt sera gott úrslit fyri hana, men við eitt sindur av hepni kundi hon møguliga verið við til finaluna í lop yvir hest, men tað verður næstuferð.

Í all-around kappingini hjá gentunum bleiv Lív nr.22 og Elsbet nr.23 av 27 íðkarum og Marita, sum er juniorur bleiv nr25 av 26 íðkarum.

Vit skulu minnast til, at til hesa kapping eru teir bestu amboðsíðkarirnir úr øllum norðanlondum og kunnu vit ikki annað enn siga, at teir føroysku fimleikarirnir hava klára seg avbera væl til kappingina í dag, hjartaliga til lukku til tykkum.

Øll úrslitini kunnu finnast á: www.live.sporteventsystems.se

Kappingin hjá Boga í morgin byrjar kl.14.00 og spennandi verður at vita hvussu tað fer at gangast hjá honum, vit í FFS ynskja honum góða eydnu við kappingini.

Comments