Nú innleiðandi kappingin
í HM í estetiskum fimleiki hevur verið í gjár, eru vit sera stolt av føroysku
liðunum, sum høvdu avbera góðar framførslur. 12 lið komu víðari í finaluna í ávíkavist kvinnu- og kvinnuunglingabólkinum. Team Eina hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist nr. 12 út av 24 liðum og komu í finaluna, sum verður í dag. Lutakast hevur verið og
skal Eina á gólvið sum nr. 3 uml. kl. 14.35 finska tíð (kl. 12.35 føroyska tíð) Finalan kann síggjast her: http://areena.yle.fi/tv/suorat/yle-tv2
Úrslitini vóru góð, serliga fekk kvinnulandsliðið eitt sera
gott úrslit við heili 15.300 stigum.
Kvinnulandsliðið 15.300
Kvinnuunglingalandsliðið 13.450
Kvinnuunglingar Eina 14.700
Kvinnur Svalan 14.000
Øll úrslitini hjá
kvinnuunglingum og kvinnum eru at síggja á hesi síðuni: http://rgform.eu/result.php?id_prop=384 |
Tíðindir >