FM kappingin, fyri teir eldru bólkarnar í amboðsfimleiki, verður tann 17 og 18. mai í FIMI. Føroyameistari skal finnast hjá kvinnuunglingum, kvinnum, dreingjum, mansunglingum og monnum. Kappast verður í øllum amboðunum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni. Fyrra dagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í FM-eldri í hvørjum amboðið sær. Skráin fyri einstaklingakappingina 17. mai er hendan: Kl. 12.50 - 13.50 Felags upphiting fyri allar fimleikarar Kl. 14.00 Einstaklingakapping Skráin fyri amboðskappingina 18. mai er hendan: Kl. 12.50 - 13.50 Felags upphiting fyri fimleikarar, ið hava kvalifiserað seg til amboðkappingina Kl. 14.00 Amboðskapping
|
Tíðindir >