Leygardagin 03. mai verður FM-undankapping í
estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Kappingin byrjar kl. 13.00. Pinkur, smágentur og gentur kappast fyrst, umleið kl. 15.45 verður ein steðgur á 15. min. Hildið verður síðani fram við kappingini hjá kvinnuunglingunum og kvinnunum. Væntandi verður kappingin liðug umleið kl. 17.15. Sum nakað nýtt, hevur FFS avgjørt, at royna ein nýggjan leist í ár. Tað verður eingin B-kapping, men ein FM kvalifisering, har øll liðini luttaka á jøvnum føti. 4 tey bestu liðini í hvørjum bólki koma víðari til FM, sum verður 10. mai í høllini á Hálsi. Stigini frá innleiðandi kappingini fylgja við til FM, og út frá samanlagda úrslitinum verður FM vinnarin funnin. Tað verða 27 lið við til kappingina: Flog 3 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 7 lið og HF 10 lið. Kostnaður fyri vaksin 100 kr. og børn (2-17 ár) 20 kr. |
Tíðindir >