Eftir eina sera
væleydnaða kapping í høllini á Hálsi í dag, eru FM-vinnararnir funnir. Í bólkunum Pinkur, Smágentur og Gentur bleiv Støkk FM-vinnari og hjá Kvinnuunglingum og Kvinnum var tað Havnar Fimleikafelga, sum var FM-vinnari, vit ynskja teimum hjartaliga tillukku. Øll úrslitini kunnu síggjast undir estetiskur fimleikur - úrslit. Myndir verða at síggja undir myndasavn og seriurnar verða eisini at síggja á You Tube. Kringvarp Føroya, sum sendi beinleiðis frá kappingini í dag, endursendir sendingina í morgin kl. 12:55. |
Tíðindir >