FM-yngri, fyri pinkur, smágentur, piltar og smádreingir í amboðsfimleiki, verða tann 25 -26. apríl 2015 í FIMI.
Kappast verður í øllum amboðum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni.
Leygardagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa víðari til sunnudagin.. Sunnudagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í FM-yngri í hvørjum amboðið sær. Skrá fyri leygardagin tann. 25.apríl (broytingar kunnu koma fyri) Kl. 08.50 – 09.50Felags upphiting fyri Pinkur og Piltar Kl. 10.00FM.yngri fyri pinkur og piltar Kl. 13.20 – 14.20Felags upphiting fyri smágentum og smádreingjum Kl. 14.30FM-yngri fyri smágentir og smádreingir Skrá fyri sunnudagin tann. 26.apríl (broytingar kunnu koma fyri) Kl. 12.20 – 13.20Felags upphiting fyri pinkur, smágentir, piltar og smádreingir, ið hava kvalifiserað seg til FM-yngri Kl. 13.30Amboðskapping fyri FM-yngri |