FM-yngri, fyri pinkur (level 2 og uppeftir) , smágentur, piltar og smádreingir í amboðsfimleiki, verða tann 16 -17. apríl 2016 í FIMI. Kappast verður í øllum amboðum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni. Fyrra dagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í FM-yngri í hvørjum amboðið sær. Tey, ið koma víðari frá kappingini fyrra dagin, møta aftur til kappingina seinna dagin. Skrá fyri leygardagin tann. 16.apríl: Kl. 12.00: FM.yngri fyri pinkur, smágentur, piltar og smádreingir Skrá fyri sunnudagin tann. 17.apríl: Kl. 13.30 Amboðskapping fyri FM-yngri ið hava kvalifiserað seg til FM |
Tíðindir >