dreingir, mansunglingar og menn í amboðsfimleiki, verða tann 30.apríl -01.mai 2016 í FIMI. Kappast verður í øllum amboðum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni. Fyrra dagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í FM-eldri í hvørjum amboðið sær. Tey, ið koma víðari frá kappingini fyrra dagin, møta aftur til kappingina seinna dagin. Skrá fyri leygardagin tann. 30.apríl (broytingar kunnu koma fyri) Kl. 11.00 FM-eldri fyri Kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn. Kl. 15.00 FM-eldri fyri gentir Skrá fyri sunnudagin tann. 01.mai (broytingar kunnu koma fyri) Kl. 13.30 Amboðskapping fyri FM-eldri |
Tíðindir >