Tíðindi‎ > ‎

FM fyri gentum, kvinnu unglingum og kvinnum

indsendt 7. maj 2012 15.23 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 9. maj 2012 12.26 ]
So skal slagið standa ímillum gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum, Støkk og Flog. Føroya meistarakappingin verður nú sunnudagin 13. mai KL 16.00 í høllini á Hálsi í Havn, og spenningur er í hásæti, liðini eru sera jøvn í bólkunum, ja bert marginalar skilja tær,  so onki er avgjørt, gullvinnarin kann bæði eita HF, Ljósið, ella Støkk. Hetta er seinasta kappingin í ár, í estetiskum fimleiki, tó halda liðini áfram at venja. Kvinnuliðini hjá HF og Støkk hava avgjørt at luttaka í HM, sum verður í Spania 26 og 27 mai.  
Vit ynskja liðunum eina góða kapping sunnudagin.
Kostn. 100 fyri vaksin og 20 fyri børn.  
Comments