Tíðindi‎ > ‎

FM í amboðsfimleiki 5,6 & 7.mai 2017

indsendt 3. maj 2017 16.29 af Harald Joensen

Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin 5,6 & 7.mai 2017, verður FM kappingarnar í amboðsfimleiki. Kappingin verður í Fimi í Tórshavn.

FM kappingarnar eru fyri pinkur, smágentur, gentir, kvinnuunglingar, kvinnur, piltar, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn.
Kappast verður í øllum amboðum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni.

Tal av íðkarum í eru melda til kappingarnar:

pinkur - 27 íðkarar
smágentur - 21 íðkarar
gentur - 11 íðkarar
kvinnuunglingar - 7 íðkarar
kvinnur - 3 íðkarar

piltar - 10 íðkarar
smádreingir - 13 íðkarar
dreingir - 7 íðkarar
mansunglingar - 5 íðkarar
menn - 5 íðkarar

Skráin til FM kappingarnar 5,6 & 7.mai 2017
 
Fríggjadagin 5.mai 2017:
kl.18.00 – 20.30: kapping fyri Kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.

Leygardagin 6.mai 2017:
Kl.9.00 – 13.00: kapping fyri pinkur og piltar
Kl.14.00 – 18.00: Smágentur, gentur, smádreingir og dreingir

Sunnudagin 7.mai 2017:
Kl.09.00 – 11.00: Amboðsfinalurnar fyri pinkur og piltar
Kl.13.00- 16.00: Amboðsfinalur fyri smágentur, gentur, kvinuunglingar, smádreingir og  dreingir
Comments