Tíðindi‎ > ‎

FM í estetiskum fimleiki

indsendt 2. maj 2017 16.23 af Gunn R. Joensen   [ opdateret 2. maj 2017 16.25 ]

Fríggjadagin 12.mai verður undankappingin til FM í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi. 

Liðini kappast frá kl.13.30 har 3 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki koma víðari til FM kappingina 13.mai.


Tað luttaka 18 lið í aldursbólkunum pinkum-kvinnum, Fimleikafelagið Ljósið við 4 liðum, Fimleikafelagið Støkk við 6 liðum og Havnar Fimleikafelag við 8 liðum. 

FM kappingin 13.mai byrjar kl. 14.00-17.00. 


Tað er ein serlig løta, at síggja bestu liðini í Føroyum framføra til ársins kapping. Spenningurin er í luftini áðrenn fyrsta liðið trínur inn á gólvið, og stemmningurin millum áskoðararnar er góður. KVF sendur beinleiðis frá allari kappingini, eisini við samrøðum við íðkarar og venjarar.


Føroya Fimleikasamband bjóðar vinnandi liðnum hjá kvinnuunglingum og kvinnum at umboða Føroyar til AGG World Championships í Helsinki í mai 2017.


Vit ynskja tykkum øllum góða eydnu.


Haldur Suni Johansen
Mynd: Haldur Suni Johansen

  

Comments